Orðtøkini kap. 20

Uppsetan
k. Wine is a Mocker
20:1-30:1
1 Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur.
2 Ræðslan, ið kongur vekur, er sum leyvubrøl; at vekja vreiði hansara er at vága lívið.
3 Tað er manninum æra, at hann heldur seg frá trætu, men allir dárar elva klandur.
4 Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga.
6 Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?
11 Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt.
13 Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta.
14 „Vánaligt, vánaligt!“ sigur keyparin, men táið hann fer avstað, rósar hann sær.
15 Víst finnast bæði gull og nógvar perlur, men kunnskaparvarrar eru dýrabart prýði.
16 Tak klæðini frá honum, tí hann er gingin í ábyrgd fyri ein annan, og panta hann fyri fremmand!
17 Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum.
18 Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging; søk tær góð ráð, táið tú fert í bardaga!
19 Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann, ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera.
20 Tann, ið bannar faðir sínum og móður síni, í bølamyrkri skal lampa hansara sløkna.
22 Sig ikki: „Eg skal løna ilt við illum!“ – Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær!
25 Tað er menniskjanum vandafult í gáloysni at halga okkurt og so ikki fyrrenn aftaná at hugsa um tað, ið lovað varð.
28 Kærleiki og trúfesti eru vakt um kongin; hann styðjar hásæti sítt við kærleika.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul