Orðtøkini kap. 14
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
The Wise Woman
14:1-35:1
1
Kvinnuvísdómur byggir hús sítt, men dárskapur rívur tað niður við hondum sínum.
2
Tann, ið sannhjartaður gongur fram, óttast HARRAN, men tann, ið gongur sniðgøtur, vanvirðir Hann.
3
Í munni dárans er koyril hugmóðs hansara, men varrar hinna vísu eru vernd teirra.
4
Har sum eingir tarvar eru, er krubban tóm, men ríkligur vinningur kemur við styrki tarvsins.
5
Trúfast vitni lýgur ikki, men tann, ið talar lygn, er falskt vitni.
6
Spottarin leitar eftir vísdómi, men finnur hann ikki, men hinum vitiga er liðuligt at vinna kunnskap.
7
Far frá dáranum – ei fanst tú vit á vørrum hansara!
8
Vísdómur hins klóka er, at hann skilir veg sín, men dárskapur dáranna er, at teir dára seg sjálvar.
9
Dárar verða spottaðir av sínum egna skyldofri, men vælvild ræður millum rættsint.
10
Hjartað kennir sjálvt beisku sorg sína, og í gleði tess blandar eingin fremmandur seg.
11
Hús gudleysra skal verða lagt í oyði, men tjald hinna sannhjartaðu skal blóma.
12
Mangur vegur tykist manni beinur – og so er endi hansara kortini leiðir deyðans!
13
Ja, mitt í látrinum pínist hjartað, og endin á gleðini er sorg.
14
Av atburði sínum skal hin fráfalni verða mettaður, og góður maður heldur seg burtur frá honum.
15
Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.
16
Hin vísi óttast og heldur seg frá illum, men dárin loypur framav og heldur seg vera tryggan.
17
Hin bráðsinti ger dárskap, og svikafullur maður verður hataður.
18
Hini fávitskutu fáa dárskap í arv, men klók verða krýnd við kunnskapi.
19
Hini óndu verða noydd at boyggja seg fyri hinum góðu, og hini gudleysu við portur rættvísra.
20
Hin fátæki verður hataður, enntá av vini sínum, men mong eru tey, sum elska ríkmannin.
21
Tann, ið vanvirðir næsta sín, syndar, men sælur er tann, sum tykist synd í hinum ørmu.
22
Skulu ikki tey villast, sum upphugsa tað, ið ilt er! – Men miskunn og trúfesti finna tey, sum upphugsa gott.
23
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
24
Ríkdómur hinna vísu er krúna teirra, men dárskapur dáranna er og verður dárskapur.
25
Sannorðað vitni bjargar lívum, men tann, ið talar lygn, er fullur av sviki.
26
Í ótta HARRANS hevur maðurin sterka vernd, og børn hansara skulu eiga skjól.
27
Ótti HARRANS er kelda lívsins, so ein sleppur undan snerrum deyðans.
28
Nógv fólk er heiður kongsins, men fólkatrot er fall høvdingans.
29
Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap.
30
Spakført hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum.
31
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
32
Táið vanlukkan rámar hin gudleysa, fer hann umkoll, men hin rættvísi er treystur í deyðanum.
33
Í hjarta hins vitiga heldur vísdómurin seg stillan, men hjá dárunum vísir hann* seg fram.
34
Rættvísi lyftir tjóðina upp, men syndin er vanæra tjóðanna.
35
Klókur tænari verður væl kendur hjá konginum, men yvir ringan tænara kemur vreiði hansara.