Orðtøkini kap. 25

Uppsetan
6. Hezekiah's Collection of Solomon's Proverbs
25:1-29:27
3 Hædd Himmalsins, dýpd jarðarinnar og hjørtu konga – hesi kann eingin granska út.
5 Fá hin gudleysa burt frá konginum, so verður hásæti hansara grundfest við rættvísi!
6 Ger teg ikki stóran fyri ásjón kongsins, og far ikki og statt á staði stórmanna!
7 Tí betri er, at sagt verður við teg: „Kom upp higar!“ enn at tú verður fluttur niður fyri eygum stórmansins. Hvat tú so hevur sæð,
8 ver ikki ov skjótur at geva teg í stríð við nakran! Tí hvat skalt tú gera til endan, táið næsti tín ger teg til skammar!
10 – fyri at ikki tann, sum hoyrir tað, skal deila teg, og tú samt og javnt hava ringt orð á tær!
12 Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra.
13 Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.
14 Sum skýggj og vindur við ongum regni er tann maður, ið reypar av, at hann ætlar at geva, men heldur ikki orð.
16 Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar – so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur!
17 Set sjáldan fót á gátt hjá vinmanni tínum – so hann keðist ikki av tær og hatar teg!
18 Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum.
20 Sum tann, ið letur seg úr klæðunum kuldadag, sum edikur á pottøsku – so er at kvøða vísur fyri sorgarbundnum hjarta.
26 Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.
28 Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul