Orðtøkini kap. 16

Uppsetan
g. The Reply of the Tongue Is from the LORD
16:1-33:1
1 Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM.
5 Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
6 Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum.
7 Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.
10 Gudsdómur er á vørrum kongsins; ei ger muður hansara mistak, táið hann dømir.
11 Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara.
12 Gudleysur atburður er kongum andstygd; tí við rættvísi verður hásætið grundfest.
15 Í ljósi ásjónar kongsins er lív, og náði hansara er sum regnskýggj um várið.
16 At vinna vísdóm – hvussu mangan betri er ikki tað enn gull! Og at vinna vit er meiri vert enn silvur.
17 Vegur hinna sannhjartaðu er at halda seg frá illum; tann, ið aktar eftir leið síni, varðar lív sítt.
19 Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
21 Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm.
22 Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur.
23 Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
25 Mong leið tykist manninum røtt – og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!
27 Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara.
29 Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður.
30 Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa.
32 Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul