Orðtøkini kap. 29

Uppsetan
1 Tann, sum mangan er revsaður, og kortini ger hálsin harðan, skal snøggliga verða brotin ógrøðandi sundur.
2 Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið.
3 Tann, ið elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, ið er vinur við skøkjur, spillir burtur góðs sítt.
4 Við rætti grundfestir kongurin land sítt, men tann, sum tekur við gávum, brýtur tað niður.
6 Misgerð hins ónda mans er honum snerra, men hin rættvísi skal fegnast og gleðast.
7 Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki.
9 Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur.
11 Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
14 Tann kongur, sum dømir við rætti tey, ið lítið hava at týða, hásæti hansara stendur í allar ævir.
15 Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
16 Táið gudleys fáa vald, fær syndin vald, men rættvís skulu við gleði síggja fall teirra.
18 Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina.
19 Við orðum letur trælur seg ikki tykta, tí víst skilir hann tey, men hann ger ikki eftir teimum.
20 Hevur tú sæð mann, ið loypur framav í orðum – meiri vón er um dáran enn um hann!
21 Gevur ein træli sínum eftirlæti, frá tí hann er ungur, verður endin tann, at hann er harri.
22 Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.
24 Tann, ið hevur burtur av frá tjóvi, hatar lív sítt; hann hoyrir upprópið til eið og sigur tó ikki frá.
25 At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
26 Mong royna at gera seg væl kend hjá høvdinganum, men frá HARRANUM fær hvør maður rætt sín.
27 Órættvísur maður er rættvísum andstygd, men tann, ið sannhjartaður gongur fram, er gudleysum andstygd.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul