Orðtøkini kap. 10

Uppsetan
3. Solomon's Proverbs
10:1-22:16
a. The Wise Son
10:1-32:1
1 Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar.
4 Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.
6 Signingar koma yvir høvd hins rættvísa, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.
8 Tann, ið hevur vísdóm í hjartanum, tekur við boðum, men tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
9 Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.
10 Tann, ið blunkar við eyganum, voldir ilt, og tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
11 Muður hins rættvísa er kelda lívsins, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.
13 Á vørrum hins klóka er vísdómur at finna, men stavurin er til rygg hansara, sum einki vit hevur.
14 Hini vísu goyma kunnskapin, ið tey hava, men muður dárans hóttir við oyðing.
15 Góðs hins ríka er fasti staður hansara, men armóð fátækra er vanlukka teirra.
16 Tað, sum hin rættvísi vinnur, verður honum til lív; inntøka hins gudleysa verður honum til synd.
17 At akta eftir tykt er vegurin til lívið, men tann, ið vísir revsing frá sær, villist.
18 Tann, ið loynir hat, hevur falskar varrar, og tann, ið flytur útspilling, er dári.
19 Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
23 Dáranum er tað stuttleiki at gera skammleysar gerðir, men vísdómur er hinum vitiga manni lystur.
24 Tað, sum hin gudleysi ræðist fyri, skal koma á hann, men tað, sum rættvís ynskja sær, verður teimum givið.
25 Táið stormurin kemur, er úti við hinum gudleysa, men hin rættvísi stendur á ævigari grund.
26 Tað, sum edikur er tonnunum, og roykur eygunum, er letingin honum, ið sendir hann.
29 Vegur HARRANS er hinum ólastandi føst borg, men hann er teimum undirgangur, sum gera órætt.
30 Hini rættvísu skulu aldri vikast, men hini gudleysu skulu ikki verða búgvandi í landinum.
31 Muður hins rættvísa ber ávøkst vísdóms, men hin falska tungan verður skorin av.
32 Varrar hins rættvísa skilja tað, ið dámligt er, men muður gudleysra er bert svik.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul