Orðtøkini kap. 4

Uppsetan
iv. A Father’s Instruction
4:1-27:1
1 Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap!
3 Tí táið eg var sonur heima hjá faðir, táið eg var lítil og einasta barn móður,
4 lærdi hann meg og segði við meg: „Lat hjarta títt halda fast orðum mínum, varða boð míni, so skalt tú liva!
6 Slepp ikki vísdóminum, so skal hann halda vakt yvir tær, elska hann, so skal hann vera vernd tín!
8 Set hann høgt, so skal hann seta teg høgt! Hann skal koma tær til heiður, táið tú fevnir hann.
12 Táið tú gongur, skal einki vera stigum tínum til hindurs, og táið tú rennur, skalt tú ikki snáva.
16 Tí tey fáa ikki sovið, uttan tey hava gjørt okkurt ilt, tey missa svøvnin, fáa tey ikki onkun til fals.
18 Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.
19 Vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um.
23 Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul