Orðtøkini kap. 27

Uppsetan
2 Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
8 Sum fuglur, ið hevur verið noyddur at flýggja frá reiðri sínum, er maður, ið flakkar um, burtur frá heimi sínum.
10 Slepp ikki vinmanni tínum og vinmanni faðirs tíns, og far ikki inn hjá bróður tínum, tann dag tú ert í neyð! – Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur.
11 Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg!
12 Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól; fávitskut halda áfram og noyðast at bøta.
13 Tak klæði hansara – hann er gingin í ábyrgd fyri annan, tak pant frá honum fyri fremmanda kvinnu!
14 Tann, ið harðmæltur signar vin sín árla á morgni, honum skal tað verða roknað sum illbøn.
16 Tann, ið heldur fast við hana, heldur fast við vind, og høgra hond hansara grípur í olju.
18 Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur.
19 Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað.
21 Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.
22 Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.
23 Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!
25 Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman.
27 og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul