Orðtøkini kap. 26

Uppsetan
2 Sum spurvurin flagsar avstað, og svalan flýgur, so rámar ikki illbøn hin sakleysa.
4 Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara – verð tú ikki sjálvur honum líkur!
6 Tann, ið sendir boð við dára, høggur føturnar av sær og fær vanlukku at drekka.
8 Sum tann, ið leggur steinin í sleingibandið, er tann, ið veitir dáranum heiður.
10 Meistari ger alt sjálvur, men dárin leigar, og leigar hin fyrsta, sum framvið kemur.
11 Sum hundurin, ið vendir aftur til spýggju sína, er dárin, ið kemur aftur við dárskapi sínum.
12 Sært tú mann, sum er vísur í egnum eygum – meiri vón er um dáran enn um hann!
15 Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at aftur munninum.
17 Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við.
20 Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur stríð uppat.
22 Orð útspillarans eru sum leskiligur rættur; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið.
23 Sum leirílat við silvuri uttaná eru kærleiksgløðandi varrar, táið hjartað er ónt.
25 Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!
26 Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.
27 Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul