Orðtøkini kap. 11

Uppsetan
b. Dishonest Scales
11:1-31:1
3 Rættsinni hinna sannhjartaðu leiðir tey, men rangvørga sinni hinna trúleysu forkemur teimum.
5 Rættvísi hins lýtaleysa ger veg hansara slættan, men hin gudleysi fellur við gudloysi sínum.
6 Rættvísi hinna sannhjartaðu bjargar teimum, men hini trúleysu verða fangað í sínum egna óndskapi.
7 Táið gudleyst menniskja doyr, er úti við vón hansara, ja, yvirstaðið er við tí, sum hini óndu stunda eftir.
8 Hin rættvísi verður frelstur úr neyðini, og hin gudleysi kemur í stað hansara.
9 Við munninum oyðir hin gudleysi næsta sín, men við kunnskapi sínum verða hini rættvísu bjargað.
10 Táið hinum rættvísu gongst væl, fegnast staðurin, og táið hini gudleysu ganga til grundar, hoyrast gleðiróp.
11 Við signing hinna sannhjartaðu reisist staður upp, men muður gudleysra brýtur hann niður.
12 Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur.
13 Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
14 Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.
15 Illa gongst tí, sum gongur í ábyrgd fyri ein annan, men tann, ið skýggjar at geva handtak, er tryggur.
17 Hjartagóður maður ger væl við seg sjálvan, men hin harðhjartaði forkemur sær.
18 Hin gudleysi vinnur løn, sum svíkur, men tann, ið sáar rættvísi, fær løn, sum varir.
19 Tann, sum stendur fastur í rættvísi, honum verður tað til lív, men tann, ið jagar eftir illum, voldir sær sjálvum deyðan.
20 Tey, sum hava rangvørgt hjarta, eru HARRANUM andstygd, men væl líkar Honum tey, sum ganga lýtaleysan veg.
21 Vissuliga verður hin óndi ikki óstraffaður; men avkom rættvísra sleppur undan.
23 Tað, sum hini rættvísu tráa eftir, verður bert til lukku, men hini gudleysu hava vreiði at vænta sær.
24 Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
26 Tann, ið heldur korninum aftur, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvd hansara, sum selur korn.
27 Tann, sum leitar eftir tí, ið gott er, leitar eftir tí, ið dámligt er, men tann, sum stundar eftir illum, yvir hann kemur hitt illa.
28 Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið.
29 Tann, ið fær hús sítt í ólag, skal arva vind, og dárin verður tænari hins vísa.
31 Hin rættvísi fær løn sína á jørðini – hvussu mikið meiri tá ikki hin gudleysi og syndarin!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul