Orðtøkini kap. 24

Uppsetan
6 Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.
11 Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!
12 Um tú sigur: „Ja, men vit vistu tað ikki!“ – man tá ikki Hann skilja tað, Hann sum vigar hjørtuni! Og Hann, sum aktar eftir sál tíni, man Hann ikki vita tað og løna einum og hvørjum aftur eftir verkum hansara!
13 Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!
14 Tú skalt vita, at so gagnligur er vísdómur sál tíni! Hevur tú funnið hann, so hevur tú framtíð, og vón tín skal ikki koma upp í einki.
15 Lúr ikki sum gudleysur eftir bústaði hins rættvísa, forkom ikki heimi hansara!
16 Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur.
17 Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast
18 – so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum!
21 Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera.
22 Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum – hvør kennir hana!
5. Further Sayings of the Wise
24:23-34:1
24 Tann, sum sigur við hin seka: „Tú ert sakleysur!“ honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;
25 men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.
27 Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
28 Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! – Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum?
29 Sig ikki: „Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!“
30 Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði.
31 Og veitst tú – alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri!
33 [Sigur tú:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul