Orðtøkini kap. 1

Uppsetan
1. The Beginning of Knowledge
1:1-7:1
3 av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni;
5 Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
6 Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra.
2. The Way of Wisdom
1:8-9:18
a. Appeals and Warnings
1:8-33:1
i. The Enticement of Sin
1:8-19:1
8 Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
11 Táið teir siga: „Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu;
12 sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina;
14 tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung“
19 – Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi – hann tekur lívið av sínum egnu harrum!
ii. Wisdom Calls Aloud
1:20-33:1
21 á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
22 „Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap?
23 Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni.
24 – Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,
26 so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,
27 táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum.
28 Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki.
31 so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.
32 Tí at hini fávitskutu venda sær burt – tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra.
33 Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul