Seinna Krønikubók kap. 5

Uppsetan
1. The Ark Enters the Temple
5:1-14:1
1 Táið nú alt arbeiðið var liðugt, sum Sálomo læt gera til hús HARRANS, læt hann bera inn hagar tað, ið Dávid, faðir hansara, hevði halgað HARRANUM; bæði silvurið, gullið og øll íløtini legði hann inn í skattkømur hús Guds.
iii. Dedication of the Temple
5:2-7:22
2 So sendi Sálomo boð til hinar elstu í Ísrael og allar ættarhøvdingarnar, høvdini yvir fedrahúsum Ísraelsmanna, at teir skuldu koma saman í Jerusalem at flyta sáttmálaørk HARRANS niðan úr Dávidsbýi, tað er Zion.
5 Og teir bóru ørk HARRANS niðan, og samkomutjaldið og øll hini heilagu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru hinir levitisku prestarnir, ið bóru tað niðan.
6 Sálomo kongur og øll samkoma Ísraels, ið saman var komin hjá Sálomo, stóðu framman fyri ørkina; teir ofraðu slíka mongd av smáfæi og neytum, at ikki stóð til at telja og vita skil á.
7 Prestarnir bóru sáttmálaørk HARRANS inn, hagar sum hon skuldi standa í innhúsi tempulsins, í hinum alraheilagasta – inn undir veingir kerúbanna.
8 Tí kerúbarnir breiddu veingirnar út yvir, har sum ørkin stóð, so at kerúbarnir frá í erva fjaldu bæði ørkina og stengur hennara.
9 Stengurnar vóru so langar, at endar teirra – sum stóðu út um ørkina – sóust framman fyri innhúsið, men ikki longur úti. Og har hevur hon verið til henda dag.
10 Einki var í ørkini uttan talvurnar báðar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana – ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi.
11 Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum – allir prestarnir, ið har vóru, høvdu halgað seg, ógjørligt var at halda seg eftir skiftunum –
12 og táið allir hinir levitisku sangararnir, bæði Asaf, Heman og Jedutun og synir og brøður teirra, stóðu, klæddir í hvítum líni, við skáltrummum, hørpum og sitarum eystan fyri altarið, og saman við teimum 120 prestar, sum blástu í lúðrar,
13 táið tá teir, sum blástu í lúðrar, og sangararnir, allir sum ein og í senn, byrjaðu at lova og prísa HARRANUM, og teir lótu lúðrarnar, skáltrummurnar og hini ljóðførini hoyrast og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, og náði Hansara varir í allar ævir, tá fyltist húsið, hús HARRANS, av einum skýggi,
14 so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús Guds.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul