Seinna Krønikubók kap. 30
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
The Passover
30:1-27:1
1.
Hezekiah Proclaims a Passover in Israel and Judah
30:1-12:1
1
Nú sendi Ezekias boð um í øllum Ísrael og Juda og skrivaði eisini brøv til Efra’im og Manasse, at tey skuldu koma til hús HARRANS í Jerusalem og halda HARRANUM Gudi Ísraels páskir.
2
Kongurin og høvdingar hansara og øll samkoman í Jerusalem ráðløgdu um at halda páskir í øðrum mánaði;
3
tí teir fingu ikki hildið tær við tað sama,* av tí at ikki nóg mangir prestar høvdu halgað seg enn, og fólkið var ikki samankomið í Jerusalem.
4
Kongurin og øll samkoman hildu hetta vera beint.
5
Teir gjørdu tí av at lata boða um alt Ísrael, úr Be’erseba líka til Dan, at tey skuldu koma og halda HARRANUM Gudi Ísraels páskir í Jerusalem; tí tey høvdu ikki hildið tær so fjølment, sum fyriskrivað var.
6
Snarboðini fóru nú avstað við brøvunum frá konginum og høvdingum hansara; teir ferðaðust um í øllum Ísrael og Juda – soleiðis sum kongurin hevði givið boð um – og søgdu: „Ísraelsmenn! Vendið við til HARRAN, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, so Hann kann venda Sær til ta leivdina av tykkum, ið sloppin er undan hond kongsins í Assýria!
7
Verið ikki sum fedrar og brøður tykkara, ið vóru HARRANUM Gudi fedra sína ótrúgvir, so Hann gav teir upp til undirgang – sum tit sjálvir síggja!
8
Verið nú ikki harðvunnir sum fedrar tykkara! Rættið HARRANUM hondina og komið til halgidóm Hansara, sum Hann hevur halgað til ævigar tíðir, og tænið HARRANUM Gudi tykkara, so brennandi vreiði Hansara kann vendast burtur frá tykkum!
9
Tí so satt sum tit venda við til HARRAN, skulu brøður og synir tykkara finna miskunn hjá teimum, ið fluttu teir burtur, og koma aftur higar til landið; tí HARRIN Gud tykkara er náðigur og miskunnsamur; Hann skal ikki venda ásjón Síni frá tykkum, so satt sum tit venda við til Hansara.“
10
Snarboðini ferðaðust tá um úr einum býi í annan í Efra’ims- og Manasselandi og líka til Zebulon; men tey flentu bert at teimum og hildu teir fyri spott.
11
Nøkur fá vóru tó í Aser, Manasse og Zebulon, sum eyðmýktu seg og komu til Jerusalem.
12
Eisini í Juda virkaði hond Guds, so Hann unti teimum at vera samsint um at gera tað, ið kongurin og høvdingarnir eftir orði HARRANS høvdu givið boð um.
2.
Hezekiah Celebrates the Passover
30:13-27:1
13
Soleiðis kom nú saman í Jerusalem hópur av fólki at halda høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í øðrum mánaði – óføra stór samkoma.
14
Fyrst fingu teir burtur altarini, sum í Jerusalem vóru; eisini øll roykilsisíløtini beindu teir burtur og kastaðu tey í Kidronsløk.
15
Síðani drópu teir páskalambið tann fjúrtanda í øðrum mánaði; tá beit skommin á prestunum og Levitunum, so teir halgaðu seg og fóru til hús HARRANS við brenniofrunum.
16
Teir fóru og stóðu, har sum teir eftir lóg gudsmansins Mósesar áttu at standa, soleiðis sum teimum var fyriskrivað, og prestarnir slettu blóðið – sum Levitarnir rættu teimum.
17
Tí har vóru nógvir í samkomuni, sum ikki høvdu halgað seg; tí noyddust Levitarnir at drepa páskalombini fyri allar teir, ið ikki vóru reinir, og soleiðis halga HARRANUM tey.
18
Tí hópur av fólkinum – mong úr Efra’im, Manasse, Issakar og Zebulon – høvdu ikki reinsað seg, men ótu páskalambið, øðrvísi enn fyriskrivað var; men Ezekias bað fyri teimum og segði: „HARRIN, hin góði, fer at fyrigeva
19
einum og hvørjum, sum av øllum hjarta sínum hevur vent sær til at søkja Gud HARRAN, Gud fedra sína – um hann nú ikki er reinur, soleiðis sum halgidómurin krevur tað!“
20
HARRIN bønhoyrdi Ezekias og grøddi fólkið.
21
Teir av Ísraelsmonnum, sum staddir vóru í Jerusalem, hildu tá høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við stórari gleði; dag eftir dag lovaðu prestarnir og Levitarnir HARRANUM við ljóðførum, ið prísaðu mátti HARRANS.
22
Ezekias talaði blídliga við allar Levitarnar, ið høvdu víst serligan dugnaskap í tænastu HARRANS; og í sjey dagar ótu teir hátíðarofrið, ofraðu takkoffur og lovaðu HARRANUM Gudi fedra sína.
23
So kom øll samkoman ásamt um at halda høgtíð sjey dagar aftrat; tey hildu tá við gleði høgtíð sjey dagar enn.
24
Tí Ezekias kongur í Juda gav samkomuni 1000 tarvar og 7000 kríatúr av smáfæi; og høvdingarnir góvu samkomuni 1000 tarvar og 10 000 kríatúr av smáfæi. Tá halgaðu mangir prestar seg.
25
Øll judasamkoma var nú glað, somuleiðis prestarnir, Levitarnir og øll tey av Ísrael, ið saman vóru komin, og hini fremmandu, ið komin vóru úr Ísraelslandi, ella sum búðu í Juda.
26
Gleðin var stór í Jerusalem; tí slíkt hevði ikki hent í Jerusalem, síðani Sálomo, sonur Dávid, var kongur í Ísrael.
27
Hinir levitisku prestar reistust so og signaðu fólkið; og rødd teirra varð hoyrd, bøn teirra náddi til Himmals, til heilaga bústað Hansara.