Seinna Krønikubók kap. 32
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iv.
Assyria Invades Judah
32:1-23:1
1.
Sennacherib King of Assyria Threatens Jerusalem
32:1-19:1
1
Eftir hesar hendingar og henda trúskap kom Sankerib kongur í Assýria og trongdi seg inn í Juda; hann kringsetti teir víggirdu staðirnar og ætlaði at leggja teir undir seg.
2
Táið Ezekias fekk at vita, at Sankerib var komin og hevði í huga at gera álop á Jerusalem,
3
ráðførdi hann seg við høvdingar og kappar sínar um at tippa fyri vatninum í keldunum uttan fyri býin. Og teir hjálptu honum;
4
nógv fólk kom saman, og teir tiptu allar keldurnar og løkin, ið rann mitt gjøgnum landið; tí teir søgdu: „Hví skulu assýriakongar finna so nógv vatn, táið teir koma!“
5
Síðani tók hann mót í seg og laðaði upp aftur alt tað av múrinum, ið niður var rivið – laðaði hann upp líka at tornunum. Uttanfyri reisti hann ein annan múr, og hann víggirdi Millo í Dávidsbýi og læt gera hóp av kastivápnum og skjøldum.
6
Síðani setti hann herhøvdingar yvir herfólkið, stevndi teimum til sín á torginum við býportrið og talaði hesi orð til teirra fyri at seta mót í teir:
7
„Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist ikki kongin í Assýria og allan herin, ið hann hevur við sær! Tí við okkum er ein størri enn við honum;
8
við honum er armur av holdi, men við okkum er HARRIN Gud okkara, og Hann skal hjálpa okkum og berjast fyri okkum.“ Og fólkið leit á tað, ið Ezekias kongur í Juda segði.
9
Síðani sendi Sankerib kongur í Assýria – sum sjálvur við øllum heri sínum stóð við Lakis – tænarar sínar til Jerusalem, til Ezekias kong í Juda, og til allar Judamenn, sum í Jerusalem vóru, og læt siga:
10
„So sigur Sankerib kongur í Assýria: „Hvat er tað, ið tit líta á, síðani tit verða sitandi innistongdir í Jerusalem?
11
Ezekias villleiðir tykkum jú bert – og letur tykkum so doyggja í hungri og tosta – táið hann sigur: „HARRIN Gud okkara skal frelsa okkum av hondum assýriakongs!“
12
Hevur hesin Ezekias ikki tikið burtur offurheyggjar og altar Hansara og sagt við Juda og Jerusalem: „Bert framman fyri einum altari skulu tit tilbiðja, og á tí skulu tit brenna roykilsi!“
13
Vita tit ikki, hvat eg havi gjørt, eg og fedrar mínir, við fólkini í øllum londunum? Munnu gudarnir, sum fólkini í londunum dýrka, hava verið mentir at frelsa lond síni undan hond míni!
14
Hvør av øllum gudunum hjá hesum fólkum, ið fedrar mínir hava beint fyri, hevur verið mentur at frelsa fólk sítt undan hond míni! – Og so skuldi Gud tykkara verið mentur at frelst tykkum undan hond míni!
15
Latið tí nú ikki Ezekias fáa svikið tykkum! Latið hann ikki soleiðis villleiða tykkum! Trúgvið honum ikki! Tí eingin gudur hjá nøkrum fólki ella ríki hevur verið mentur at frelsa fólk sítt undan hond míni ella hond fedra mína, og mangan minni verða Gudar tykkara mentir at frelsa tykkum undan hond míni!““
16
Og meiri enn søgdu tænarar hansara móti Gudi HARRANUM og móti tænara Hansara Ezekiasi.
17
Hann skrivaði eisini bræv til at háða HARRAN Gud Ísraels og tala ímóti Honum; í tí stóð: „Líka lítið sum gudar fólkanna í øllum londum hava frelst fólk síni undan hond míni, líka lítið skal Gud Ezekiasar frelsa fólk Sítt undan hond míni!“
18
Og teir róptu hart á judeiskum máli á fólkið í Jerusalem, sum á múrinum stóð, fyri at gera teir ræddar og loypa ótta á teir, so teir fingu tikið býin.
19
Teir tosaðu um Gud Jerusalems á sama hátt sum um gudar fólkanna á jørðini, teir, sum eru verk, ið menniskjahendur hava gjørt.
2.
Jerusalem Delivered from the Assyrians
32:20-23:1
20
Táið Ezekias kongur og Esaias profetur, sonur Amoz, hoyrdu hetta, bóðu teir og róptu til Himmals.
21
Og HARRIN sendi eingil, sum drap allar kappar, høvuðsmenn og herhøvdingar í heri assýriakongs, so at hann við skomm noyddist at fara heimaftur í land sítt. Og einaferð ið hann fór inn í hús guds síns, høgdu nakrir av hansara egnu sonum hann niður har við svørði.
22
Soleiðis frelsti HARRIN Ezekias og fólkið í Jerusalem undan hond Sankeribs kongs í Assýria, og undan hond alra annara; og Hann gav teimum frið allar vegir.
23
Og mangir komu til Jerusalem við gávum til HARRAN og við dýrum lutum til Ezekias kong í Juda; hann var eftir hetta nógv ærdur millum øll fólk.
v.
Hezekiah’s Illness and Recovery
32:24-31:1
24
Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá bað hann til HARRAN, og Hann svaraði honum og gav honum undurtekin.
25
Men Ezekias lønti ikki aftur vælgerðina, ið honum varð víst; hann varð hugmóðigur í hjartanum, og vreiði kom yvir hann og yvir Juda og Jerusalem.
26
Tá eyðmýkti Ezekias seg – við tað at hann hevði verið hugmóðigur í hjartanum, og fólkið í Jerusalem við honum; tí kom vreiði HARRANS ikki yvir tey, so leingi sum Ezekias livdi.
27
Ezekias var ovurhonds ríkur og ærdur. Hann gjørdi sær skattkømur; har goymdi hann silvur, gull, dýrar steinar, kryddurtir, skjøldir og alskyns dýrar lutir;
28
hann gjørdi sær goymslur til tað, ið inn kom av korni, víni og olju, og hús til alskyns fæ – og fekk sær fylgi til húsini.
29
Býir bygdi hann sær við, og hann fekk sær mongd av smáfæi og neytum; tí Gud hevði givið honum ovurhonds nógv góðs.
30
Tað var eisini Ezekias, ið tipti hina ovaru kelduna til Gihonsvatn og veitti vatnið oman vestan fyri Dávidsstað. Í øllum, sum hann tók sær fyri, hevði hann eydnuna við sær
31
– soleiðis eisini táið sendimenninir komu frá høvdingum Bábels, sum sendu boð til hansara at spyrja um undurtekinið, ið hent hevði í landinum; tá slepti Gud honum, bert fyri at royna hann og fáa at vita um alt, sum í hjarta hansara var.
vi.
Hezekiah’s Death
32:32-33:1
32
Tað, ið annars er at siga um Ezekias og alt tað góða, ið hann gjørdi, er uppskrivað í sjón Esaiasar profets, sonar Amoz – í bókini um kongar Juda og Ísraels.
33
So legðist Ezekias til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann, har sum gingið verður niðan til gravir eftirkomara Dávids. Alt Juda og fólkið í Jerusalem vísti honum miklan heiður, táið hann doyði. Sonur hansara Manasse tók ríkið eftir hann.