Seinna Krønikubók kap. 27

Uppsetan
j. Jotham
27:1-9:1
1 Jótam var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Jerusa og var dóttir Zadok.
2 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Uzzias, faðir hansara, hevði gjørt – og hann fór ikki inn í halgidóm* HARRANS. Men atburður fólksins var ringur við sama lagi.
4 Hann reisti eisini býir í Judafjøllum, og í skógunum bygdi hann borgir og torn.
5 Hann bardist við ammonitakongin og vann sigur á teimum, so at Ammonitar noyddust tað árið at geva honum 100 talentir av silvuri, 10000 kor av hveiti og 10000 kor av byggi; eisini annað og triðja árið noyddust Ammonitar at lata hann fáa hetta sama.
6 Soleiðis fekk Jótam stórt vald – av tí at hann trúliga gekk leið sína fyri ásjón HARRANS Guds síns.
7 Tað, ið annars er at siga um Jótam, um allar bardagar hansara og alt, ið hann tók sær fyri, er skrivað í bókini um kongar Ísraels og Juda.
9 So legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði. Sonur hansara Akaz tók ríkið eftir hann.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul