Seinna Krønikubók kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
Abijah
13:1-22:1
i.
Abijah Reigns in Judah
13:1-3:1
1
Átjanda árið ið Jeroboam sat við stýrið, varð Abia kongur yvir Juda.
2
3 ár stýrdi hann í Jerusalem. Móðir hansara æt Mikaja; hon var dóttir Uriel og var úr Gibea. Millum Abia og Jeroboam var ófriður.
3
Abia byrjaði bardagan við liði av røskum hermonnum, 400000 útvaldum monnum; men Jeroboam kom ímóti honum við 800000 útvaldum monnum, røskum hermonnum.
ii.
Civil War against Jeroboam
13:4-22:1
4
Tá fór Abia niðan á Zemarajimsfjall, sum hoyrir til Efra’imsfjøll, og segði: „Hoyrið meg, Jeroboam og alt Ísrael!
5
Áttu tit ikki at vitað, at HARRIN Gud Ísraels við saltsáttmála* hevur givið Dávidi kongadømið yvir Ísrael til ævigar tíðir, honum og sonum hansara!
6
Men Jeroboam, sonur Nebat, tænari Sálomos, sonar Dávids, reisti seg og fall frá harra sínum.
7
Aftrat honum savnaðust so rekavætti og illmenni, og teir settu seg við makt upp móti Rehabeam, syni Sálomo; og Rehabeam var ungur og mótleysur og var ikki mentur at standa seg móti teimum.
8
Og nú halda tit, at tit eru menn fyri at standa tykkum móti kongadømi HARRANS í hondum eftirkomara Dávids – fyri tað at tit eru stórur hópur og hava hjá tykkum gullkálvarnar, ið Jeroboam læt gera tykkum til gudar!
9
Hava tit ikki rikið burtur prestar HARRANS, synir Áron, og Levitarnar, og sjálvir gjørt tykkum prestar, soleiðis sum hini heidnu fólkini gera! Hvør tann, ið kemur við ungum tarvi og sjey veðrum til at verða innsettur,* hann verður prestur hjá gudum, ið ikki eru gudar!
10
Men Gud okkara er HARRIN; vit hava ikki vent Honum bakið; synir Áron tæna HARRANUM sum prestar, og Levitarnir gera arbeiði sítt;
11
hvønn morgun og hvørt kvøld brenna teir brennioffur og angandi roykilsi fyri HARRANUM, leggja sýnisbreyð á borðið av reinum gulli og tendra hvørt kvøld gullljósastakan við lampum hansara; vit halda fyriskipanir HARRANS Guds okkara, men tit hava vent Honum bakið!
12
Sanniliga, Gud er við okkum, Hann er á odda hjá okkum, og vit hava prestar Hansara við harðblásturslúðrunum at blása til bardaga móti tykkum! Ísraelsmenn! Gevið tykkum ikki í bardaga móti HARRANUM Gudi fedra tykkara! Tað fer ikki at gangast væl hjá tykkum.“
13
Men Jeroboam læt teir, ið lógu á lúri, kringganga teir fyri at koma á teir aftanfrá, so at teir* vóru framman fyri Judamenn, og teir, ið høvdu ligið á lúri, aftan fyri teir.
14
Táið tá Judamenn vendu sær við og sóu, at álop hótti teir bæði frammanfrá og aftanfrá, róptu teir til HARRAN, og prestarnir blástu í lúðrarnar.
15
So skóru Judamenn í herróp; og táið Judamenn skóru í herrópið, sló Gud Jeroboam og alt Ísrael fyri Abia og Juda.
16
Ísraelsmenn flýddu fyri Juda, og Gud gav teir í hendur teirra.
17
Abia og menn hansara gjørdu stórt mannafall millum teirra; av Ísrael fullu 500000 útvaldir menn.
18
Soleiðis vórðu Ísraelsmenn eyðmýktir ta ferðina; men Judamenn styrknaðu, tí teir styðjaðu seg á HARRAN Gud fedra sína.
19
Abia elti Jeroboam og tók frá honum fleiri býir: Betel við smábýunum har rundanum, Jesana við smábýunum har rundanum og Efron við smábýunum har rundanum.
20
Jeroboam kom ikki fyri seg aftur, so leingi sum Abia livdi; og HARRIN sló hann, so hann doyði.
21
Men Abia tók til í megi. Hann tók sær 14 konur og fekk 22 synir og 16 døtur.
22
Tað, ið annars er at siga um Abia, atburð og orð hansara, er skrivað í „Útlegging“ Iddos profets.