Seinna Krønikubók kap. 17

Uppsetan
d. Jehoshaphat
17:1-20:37
i. Good King Jehoshaphat
17:1-19:1
1 Sonur hansara Jósafat tók ríkið eftir hann. Hann royndi at menna seg móti Ísrael;
2 tí setti hann herfólk í allar hinar víggirdu staðir Juda og læt eisini manning vera í Judalandi og býum Efra’ims, sum Asa, faðir hansara, hevði tikið.
3 HARRIN var við Jósafat; tí hann gekk hinar fyrru leiðirnar – Dávids, faðirs síns – og søkti ikki Ba’alarnar;
4 nei, hann søkti Gud faðirs síns, livdi eftir boðum Hansara og bar seg ikki at sum Ísrael.
5 Tí grundfesti HARRIN kongadømið í hond hansara. Og alt Juda gav Jósafat gávur, so hann fekk nógv ríkidømi og miklan heiður.
6 Tá tók dirvi hansara til á leiðum HARRANS, og hann beindi burtur úr Juda eisini offurheyggjarnar og Asjerurnar.
7 Triðja árið ið hann sat við stýrið, sendi hann høvdingar sínar Benhajil, Obadja, Zakarja, Netanel og Mikaja at læra í býum Juda,
8 og saman við teimum Levitarnar Semaja, Netanja, Zebadja, Asael, Semiramot, Jónatan, Adonja, Tobia og Tob-Adonja; við hesum Levitum vóru prestarnir Elisama og Jóram.
9 Teir lærdu í Juda og høvdu lógbók HARRANS við sær; teir ferðaðust um í allar býir Juda og lærdu fólkið.
10 Ótti fyri HARRANUM kom yvir øll ríkini í londunum, sum rundan um Juda vóru, so teir tordu ikki at berjast við Jósafat.
11 Frá Filistarum komu menn við gávum til Jósafat og við silvuri, sum teir lótu í skatt; eisini Arabarar komu við smáfæi til hansara, 7700 veðrum og 7700 bukkum.
12 Soleiðis gekk frameftir í heilum hjá Jósafat, inntil vald hansara varð ógvuliga stórt; hann bygdi borgir og goymslubýir í Juda.
13 Hann hevði liggjandi í býum Juda ógvuliga nógv til at taka; og í Jerusalem hevði hann hermenn, raskar menn.
14 Hetta er listin yvir teir, eftir fedrahúsum teirra: Høvuðsmenninir yvir 1000 vóru í Juda: Adna høvuðsmaður við 300000 røskum hermonnum;
16 og honum næstur Amasja, sonur Zikri – sum sjálvboðin tænti HARRANUM – við 200000 røskum hermonnum.
17 Av Benjamin vóru: Eljada, raskur hermaður, við 200000 monnum, ið vóru vápnaðir við boga og skjøldi,
19 Hesir vóru teir, ið tæntu konginum, umframt herfólkið, sum kongurin hevði sett í teir víggirdu staðirnar um alt Juda.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul