Seinna Krønikubók kap. 34

Uppsetan
o. Josiah
34:1-35:26
i. Good King Josiah
34:1-2:1
1 Josias var 8 ár, táið hann gjørdist kongur, og 31 ár stýrdi hann í Jerusalem.
2 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, og gekk somu leiðir sum faðir sín Dávid; hvørki til høgru ella til vinstru veik hann.
ii. Josiah Destroys Idolatry
34:3-7:1
3 Áttanda árið ið hann sat við stýrið – hann var tá unglingi – byrjaði hann at søkja Gud Dávids, faðirs síns, og tólvta árið byrjaði hann at fáa burtur úr Juda og Jerusalem offurheyggjarnar, Asjerurnar og hinar útskornu og stoyptu myndirnar.
4 Hann hugdi at, meðan teir rivu niður altar Ba’alanna; sólstólparnar, ið oman á teimum stóðu, høgdi hann sundur, og Asjerurnar og hinar útskornu og stoyptu myndirnar breyt hann og soraði sundur og stroyddi dustið av teimum á gravirnar, har tey lógu grivin, sum høvdu ofrað til teirra.
5 Bein prestanna læt hann brenna á altarum teirra. – Soleiðis reinsaði hann Juda og Jerusalem.
6 Men eisini í býum Manasse, Efra’ims og Símeons, líka til Naftali, læt hann leita í húsunum;
7 og hann reiv niður altarini, breyt og soraði sundur Asjerurnar og tær útskornu myndirnar og høgdi sundur allar sólstólparnar í øllum Ísraelslandi. Síðani fór hann aftur til Jerusalem.
iii. Josiah Repairs the Temple
34:8-28:1
8 Átjanda árið ið hann sat við stýrið – meðan hann reinsaði landið og templið – sendi hann Safan, son Azalja, Ma’aseja, høvuðsmannin í býnum, og Jóa, son Jóahaz, søguskrivaran, avstað at væla um hús HARRANS Guds síns.
9 Táið teir komu til Hilkia høvuðsprest, lótu teir frá sær peningin, ið inn var komin til hús Guds, og sum Levitarnir, ið hildu vakt við dyrnar, høvdu savnað inn úr Manasse og Efra’im og frá øllum hinum Ísraelsmonnum, úr øllum Juda og Benjamin og frá teimum, sum í Jerusalem búðu;
10 teir lótu teir, ið stóðu fyri arbeiðinum og vóru umsjónarmenn yvir húsi HARRANS, fáa hann; og teir, ið stóðu fyri arbeiðinum við hús HARRANS, nýttu hann til at væla um templið og seta tað í stand;
11 teir lótu træsmiðirnar og byggingarmenninar fáa hann at keypa høgdar steinar fyri og stokkar til tvørbjálkar og til bjálkar í húsini, sum kongarnir í Juda høvdu latið farast.
12 Menninir arbeiddu við trúskapi upp á verkið. Nakrir Levitar vóru settir at vera umsjónarmenn yvir teimum; tað vóru Jahat og Obadja av Meraritum, Zakarja og Mesullam av eftirkomarum Kahatita, og allir teir Levitar, ið dugdu at fáast við ljóðføri.
13 Teir vóru eisini settir yvir berararnar og vóru umsjónarmenn yvir øllum teimum, ið høvdu at gera við tey ymisku arbeiðini. Nakrir av Levitunum vóru eisini skrivarar, formenn og duravaktarar.
14 Táið teir nú tóku út peningin, ið inn var komin til hús HARRANS, fann Hilkia prestur bókina við lóg HARRANS, ið givin var við Mósesi.
15 Hilkia tók tá til orða og segði við Safan ríkisskrivara: „Eg havi funnið lógbókina í húsi HARRANS!“ Og Hilkia fekk Safan bókina.
16 Safan fór við bókini til kongin og bar konginum samstundis boð og segði: „Tænarar tínir gera alt tað, ið teimum er álagt;
17 teir hava verið eftir peninginum, sum var í húsi HARRANS, og latið umsjónarmenninar og teir, ið standa fyri arbeiðinum, fáa hann.“
18 Síðani segði Safan ríkisskrivari konginum, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Safan las í henni fyri konginum.
19 Men táið kongurin hoyrdi tað, sum í lógini stóð, skræddi hann klæði síni.
20 Og kongurin segði við Hilkia, Ahikam, son Safan, Abdon, son Mika, Safan ríkisskrivara og Asaja kongstænara:
21 „Farið og spyrjið HARRAN fyri meg og fyri tey, sum eftir eru í Ísrael og Juda, um tað, sum stendur í bókini, ið funnin er! Tí stór er vreiði HARRANS, ið út er helt yvir okkum, aftur fyri at fedrar okkara hava ikki hildið orð HARRANS og hava ikki gjørt alt tað, sum skrivað er í hesi bók.“
22 Hilkia og hinir, ið kongurin sendi avstað, fóru nú til Huldu profetinnu, sum var gift við Sallum, honum, ið goymdi klæðini, syni Tokhat, son Hasra; hon búði í Jerusalem, í tí nýggja býarpartinum. Teir tosaðu so við hana um hetta.
23 Hon svaraði teimum: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til mín:
24 „So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva, øll bannini, ið skrivað standa í bókini, sum lisin varð fyri judakongi
25 – aftur fyri at tey vendu Mær bakið og brendu roykilsi fyri øðrum gudum, til at eggja Meg til vreiði við øllum handaverkum sínum; vreiði Mín skal tendrast móti hesum staði og skal ikki sløkna!“
26 Men við judakong, sum sendi tykkum at spyrja HARRAN, við hann skulu tit siga so: „So sigur HARRIN Gud Ísraels viðvíkjandi orðunum, ið tú hevur hoyrt:
27 Við tað at hjarta títt blotnaði, og tú eyðmýkti teg fyri ásjón Guds, táið tú hoyrdi orð Hansara móti hesum staði og teimum, ið her búgva – við tað at tú eyðmýkti teg fyri ásjón Míni og skræddi klæðini og grætst fyri ásjón Míni, so havi Eg eisini hoyrt – sigur HARRIN.
28 Ja, Eg skal savna teg til fedrar tínar; tú skalt verða savnaður við teimum í friði í grøv tíni, og eygu tíni skulu ikki koma at síggja alla vanlukkuna, ið Eg lati koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva.““ – Við hesum svari komu teir aftur til kongin.
iv. Josiah Renews the Covenant
34:29-33:1
29 Tá sendi kongurin boð og læt kalla saman allar hinar elstu í Juda og Jerusalem.
30 Síðani fór kongurin niðan í hús HARRANS, og við honum allir Judamenn og teir, sum í Jerusalem búðu – prestarnir, Levitarnir og alt fólkið, bæði stórir og smáir; og hann las fyri teimum alt tað, sum skrivað stóð í sáttmálabókini, sum funnin var í húsi HARRANS.
31 Kongurin stóð á staði sínum og gjørdi fyri ásjón HARRANS tann sáttmála, at hann skuldi fylgja HARRANUM eftir og halda boð, vitnisburðir og fyriskipanir Hansara av øllum hjarta sínum og allari sál síni – at hann skuldi gera eftir sáttmálaorðunum, sum skrivað stóðu í hesi bók.
32 Hann læt allar teir, sum vóru í Jerusalem og Benjamin, ganga inn í sáttmálan; og tey, sum í Jerusalem búðu, gjørdu eftir sáttmála Guds, Guds fedra sína.
33 Síðani tók Josias burtur allar viðurstygdirnar úr øllum londunum, ið hoyrdu Ísraelsmonnum til; og hann gjørdi, at øll, sum í Ísrael vóru, tæntu HARRANUM Gudi sínum; so leingi sum hann livdi, viku tey ikki frá HARRANUM Gudi fedra sína.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul