Seinna Krønikubók kap. 2

Uppsetan
c. The Temple
2:1-7:22
i. Preparations for the Temple
2:1-18:1
1 Sálomo setti sær nú fyri at byggja navni HARRANS hús og sær sjálvum kongshøll.
2 Hann tók út 70000 mans til at bera og 80000 til steinhøggarar í fjøllunum og setti 3600 umsjónarmenn yvir teir.
3 So sendi hann boð til Huram kong í Týrus og læt siga: „Ger nú tað sama fyri meg, sum tú gjørdi fyri Dávid, faðir mín, táið tú sendi honum sedrisvið, so hann fekk bygt sær hús at búgva í!
4 Nú ætli eg at byggja navni HARRANS Guds míns hús og halga Honum tað, so vit fáa brent angandi roykilsi fyri ásjón Hansara, lagt fram sýnisbreyðini, sum altíð skulu liggja, og ofrað brennioffur morgun og kvøld og sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðum HARRANS Guds okkara – soleiðis sum tað allar ævir skal vera í Ísrael.
5 Húsið, ið eg ætli at byggja, skal vera stórt; tí Gud okkara er størri enn allir gudar.
6 Men hvør man vera mentur at byggja Honum hús! Himlarnir, ja, Himlar Himlanna, taka Hann ikki – hvør eri tá eg, at eg skuldi bygt Honum hús, um tað ikki eina var til at brenna roykilsi fyri ásjón Hansara!
7 Send mær tí nú mann, ið dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari og jarni og úr purpurreyðum, skarlaksreyðum og bláum tógvi, og sum kann at gera útskorið arbeiði, so hann kann arbeiða saman við mínum egnu meistarum her í Juda og Jerusalem, teimum, ið Dávid, faðir mín, tók til hetta!
8 Send mær eisini sedrisvið, syprisvið og sandelvið av Libanon – eg veit jú, at tænarar tínir duga at fella trø á Libanon! Tænarar mínir skulu so arbeiða saman við tínum.
9 Men eg má hava ógvuliga nógvan við; tí húsið, ið eg ætli at byggja, skal vera stórt og undurfult.
10 Teir, ið høgga viðin – tænarar tínar, ið fella trøini – skal eg lata fáa 20000 kor av tresktari hveiti, 20000 kor av byggi, 20000 bat av víni, og 20000 bat av olju.“
11 Huram kongur í Týrus svaraði í brævi, sum hann sendi Sálomo: „HARRIN elskar fólk Sítt; tí setti Hann teg til kong yvir teimum!“
12 Og Huram legði aftrat: „Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, Hann, sum hevur gjørt himmal og jørð, at Hann hevur givið Dávidi kongi vísan son, sum hevur slíkan vísdóm og slíkt vit, at hann kann byggja HARRANUM hús og sær sjálvum kongshøll!
14 hann er sonur kvinnu úr Dan, men faðir hansara er ein maður úr Týrus; hann dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari, jarni, steini og viði og úr purpurreyðum og bláum tógvi, hvítari bummull og skarlaksreyðum tógvi, og hann kann at gera alskyns útskorið arbeiði og upphugsa alskyns listarsmíð, ið honum verður álagt; hann skal arbeiða saman við meistarum tínum og meistarum harra míns Dávids, faðirs tíns.
15 Harri mín skal tí senda tænarum sínum hveitina, byggið, oljuna og vínið, ið hann talaði um;
16 so skulu vit á Libanon høgga so nógv av trøum, sum tú skalt nýta, og senda tær tey í flakum sjóvegin til Joppe; síðani kemur tú sjálvur eftir teimum og fært tey til Jerusalem.“
17 Sálomo læt nú telja allar útlendingarnar, sum búðu í Ísraelslandi – Dávid, faðir hansara, hevði longu áður latið teir telja – og teir funnust at vera 153600.
18 Av teimum gjørdi hann 70000 til berarar, 80000 til steinhøggarar í fjøllunum og 3600 til umsjónarmenn, til at halda fólkinum til arbeiðis.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul