Seinna Krønikubók kap. 10

Uppsetan
2. The Rest of the Kings of Judah
10:1-36:23
a. Rehoboam
10:1-12:16
i. Rebellion against Rehoboam
10:1-15:1
1 Rehabeam fór til Sikem; tí alt Ísrael var komið til Sikem at gera hann til kong.
2 Men táið Jeroboam, sonur Nebat, frætti hetta – hann var tá í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomo kongi – kom hann heimaftur úr Egyptalandi.
3 Teir sendu tá nú boð eftir honum; Jeroboam og alt Ísrael komu og søgdu so við Rehabeam:
4 „Faðir tín gjørdi ok okkara svárt; lætt tú nú um hina hørðu tænastu og hitt tunga ok, ið faðir tín legði á okkum, so skulu vit tæna tær!“
5 Hann svaraði teimum: „Farið avstað og steðgið í tríggjar dagar – komið so aftur higar til mín!“ Fólkið fór tá.
6 Rehabeam kongur ráðførdi seg nú við hinar gomlu, ið høvdu staðið í tænastu hjá Sálomo, faðir hansara, táið hann livdi; hann spurdi teir: „Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?“
7 Teir svaraðu honum: „Um tú í dag vísir teg blídligan við hetta fólk, ert teimum náðigur og gevur teimum góð orð, so verða teir tænarar tínir allar dagar.“
8 Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum stóðu í tænastu hjá honum.
9 Hann spurdi teir: „Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: „Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!““
10 Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: „So skalt tú siga við hetta fólk, ið segði við teg: „Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!“ – so skalt tú siga við teir: „Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns!
11 Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, skal eg revsa tykkum við skorpiónum!““
12 Jeroboam og alt fólkið komu nú til Rehabeam triðja dagin – soleiðis sum kongurin hevði sagt: „Komið aftur til mín um tríggjar dagar!“
13 Og tá gav kongurin teimum hart svar; Rehabeam kongur fór ikki eftir ráðum hinna gomlu,
14 men svaraði teimum, sum teir ungu høvdu mælt honum til: „Hevur pápi gjørt ok tykkara svárt, skal eg gera tað enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, skal eg revsa tykkum við skorpiónum!“
15 – Kongurin lurtaði soleiðis ikki eftir fólkinum – Gud beindi tað so, fyri at orð HARRANS skuldi ganga út, tað, ið Hann við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat.
ii. The Kingdom Divided
10:16-12:12
16 Táið nú alt Ísrael sá, at kongurin lurtaði ikki eftir teimum, svaraði fólkið konginum hetta: „Hvønn lut eiga vit í Dávidi! Vit hava ongan part í syni Ísai! Til tjøld tíni, Ísrael, hvør ein! Síggj nú sjálvur til hús títt, Dávid!“ So fór alt Ísrael heimaftur.
17 Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum gjørdist Rehabeam kongur.
18 Tá sendi Rehabeam kongur Hadoram – hann, sum var yvir pliktarbeiðsmonnunum – út til teirra; men Ísraelsmenn steinaðu hann til deyða, og Rehabeam kongur sjálvur noyddist at skunda sær upp í vagn sín og flýggja til Jerusalem.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul