Seinna Krønikubók kap. 15

Uppsetan
ii. Asa’s Reforms
15:1-19:1
2 hann steig fram fyri Asa og segði við hann: „Hoyrið meg, Asa og alt Juda og Benjamin! HARRIN er við tykkum, táið tit eru við Honum; og leita tit eftir Honum, skal Hann lata tykkum finna Seg, men venda tit Honum bakið, skal Hann venda tykkum bakið.
3 Í langar tíðir var Ísrael uttan sannan Gud, uttan prest, ið lærdi tey, og uttan lóg.
4 Tá vendu tey í neyðini við til HARRAN Gud Ísraels og søktu Hann, og Hann læt tey finna Seg.
5 Í slíkum tíðum var eingin tryggur, hvørki tann, ið fór, ella tann, ið kom; tí stórur ófriður var yvir øllum teimum, sum í londunum búðu;
6 eitt fólkið sló annað niður, og ein býurin annan; tí Gud ræddi tey við alskyns neyðum.
7 Men verið tit hugreystir og latið ikki mótið falla! Tað skal ikki verða lønarleyst, tað, ið tit gera.“
8 Táið Asa hoyrdi hesi orð og hetta, ið hann profeteraði, Oded profetur, tók hann mót í seg og fekk burtur tær andstyggiligu avgudamyndirnar úr øllum Juda- og Benjaminslandi og úr býunum, sum hann hevði tikið í Efra’imsfjøllum; og altar HARRANS, ið stóð framman fyri forsal HARRANS, reisti hann av nýggjum.
9 Síðani savnaði hann saman alt Juda og Benjamin og hini fremmandu av Efra’im, Manasse og Símeon, sum búðu millum teirra – tí mong úr Ísrael fluttu inn í ríki hansara, táið tey sóu, at HARRIN Gud hansara var við honum.
10 Í triðja mánaði, fimtanda árið ið Asa sat við stýrið, komu tey saman í Jerusalem
11 og ofraðu sama dag HARRANUM 700 neyt og 7000 kríatúr av smáfæi, av fonginum, ið teir høvdu havt við sær.
12 Síðani gjørdu teir tann sáttmála, at tey av øllum hjarta sínum og allari sál síni skuldu søkja HARRAN Gud fedra sína,
13 og at hvør tann, ið ikki søkti HARRAN Gud Ísraels, skuldi verða dripin, yngri sum eldri, maður sum kvinna.
14 Hetta lovaðu teir HARRANUM við eiði, hart og við gleðirópum, meðan blást varð í lúðrar og horn.
15 Og alt Juda gleddist um eiðin; tí av øllum hjarta sínum høvdu teir svorið hann, og av øllum huga sínum søktu tey Hann; og Hann læt tey finna Seg – HARRIN gav teimum frið allar vegir.
16 Um tað so var Ma’aku, móður sína, setti Asa kongur hana av sum drotning, aftur fyri at hon hevði gjørt ræðuliga avgudamynd fyri Asjeru; Asa høgdi niður ræðuligu avgudamynd hennara, soraði hana sundur og brendi hana í Kidronsdali.
17 Víst vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt í Ísrael; men hjarta Asa var kortini heilt við HARRANUM alla tíð hansara.
18 Hann læt flyta inn í hús HARRANS bæði tað, ið faðir hansara hevði halgað, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað – silvur, gull og íløt.
19 Eingin ófriður var, fyrrenn fimta og tríatiunda árið ið Asa sat við stýrið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul