Seinna Krønikubók kap. 23

Uppsetan
ii. Joash Anointed King of Judah
23:1-11:1
1 Men sjeynda árið tók Jójada mót í seg og gjørdi sáttmála við nakrar av høvuðsmonnunum yvir 100: Azarja, son Jeroham, Ísmael, son Jóhanan, Azarja, son Obed, Ma’aseja, son Adaja, og Elisafat, son Zikri.
2 Teir ferðaðust so um í Juda og fingu saman úr øllum býum Juda Levitarnar og ættarhøvdingar Ísraels; og táið teir komu til Jerusalem,
3 gjørdi øll samkoman sáttmála við kongin í húsi Guds, og Jójada segði við teir: „Sonur kong skal nú vera kongur, soleiðis sum HARRIN hevur sagt um synir Dávid.
4 Soleiðis skulu tit gera: Ein triðingur av tykkum – teir prestar og Levitar, ið taka við vaktartænastuni sabbatin – skulu gera tænastu sum duravaktarar;
5 ein triðingur skal vera í kongshøllini, og ein í Jesodportri; men fólkið skal alt vera í forgørðum hús HARRANS.
6 Men inn í hús HARRANS má eingin koma uttan prestarnir og teir av Levitunum, sum gera tænastu; teir kunnu fara inn, tí teir eru heilagir; men alt hitt fólkið skal halda seg eftir tí, sum HARRIN hevur fyriskrivað.
7 Levitarnir skulu fylkja seg rundan um kong, hvør maður við vápnum í hond, og tann, sum kemur inn í húsið, skal drepast; tit skulu vera hjá kongi, táið hann fer inn, og táið hann fer út.“
8 Levitarnir og alt Juda gjørdu á allan hátt, sum Jójada prestur hevði sagt við teir; teir tóku hvør menn sínar, bæði teir, ið tóku við vaktini sabbatin, og teir, ið ikki skuldu halda vakt sabbatin; tí Jójada prestur hevði ikki lovað flokkunum heim.
9 Og Jójada prestur fekk høvuðsmonnunum spjótini og hinar smáu og stóru skjøldirnar, ið Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Guds.
10 So fylkti hann alt fólkið, hvønn mann við vápnum í hond, rundan um kongin, frá sunnaru síðu húsins at norðaru síðu, yvir at altarinum og yvir ímóti húsinum.
11 Nú leiddu teir kongasonin út, settu krúnuna á hann og fingu honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong, og Jójada og synir hansara salvaðu hann og róptu: „Kongurin livi!“
iii. The Death of Athaliah
23:12-15:1
12 Táið Atalja hoyrdi gangin av fólkinum, ið leyp fram og rópti, konginum til heiður, fór hon inn í hús HARRANS til fólkið.
13 Har sá hon kongin standa við súlu sína við inngangin; høvuðsmenninir og lúðurblásararnir stóðu hjá honum, og øll mannamúgvan var glað og blásti í lúðrarnar; sangararnir vóru eisini har við ljóðførum sínum og leiddu lovsongin. Tá skræddi Atalja klæði síni og rópti: „Samansvørjing! Samansvørjing!“
14 Men Jójada prestur læt høvuðsmenninar, teir, ið settir vóru yvir herin, fara út, og segði við teir: „Leiðið hana út millum røðini, og kemur onkur aftan á henni, so skal hann verða høgdur niður!“ Tí presturin hevði sagt: „Tit mugu ikki drepa hana í húsi HARRANS!“
15 Teir tóku hana tá; og táið hon kom, hagar sum gingið verður um Rossaportur inn í kongshøllina, drópu teir hana.
iv. Jehoiada the Priest Restores the Worship of the LORD
23:16-21:1
16 Men Jójada prestur gjørdi sáttmála millum seg og alt fólkið og kongin, at tey skuldu vera fólk HARRANS.
17 Síðani fór alt fólkið inn í hús Ba’als, og teir rivu tað niður; altar og myndir hansara soraðu teir sundur, og Mattan, prest Ba’als, drópu teir fyri altarunum.
18 Síðani setti Jójada menn at halda vakt við hús HARRANS; hetta leit hann hinum levitisku prestunum upp í hendur at gera, teimum, ið Dávid hevði skift sundur í flokkar til at gera tænastu í húsi HARRANS, til at ofra HARRANUM brennioffur – soleiðis sum skrivað er í Móselóg – við gleði og songi, eftir sum Dávid hevði fyriskrivað.
19 Hann setti eisini duravaktararnar við portur hús HARRANS, fyri at eingin, sum á onkun hátt var óreinur, skuldi koma inn hagar.
20 Síðani tók hann við sær høvuðsmenninar yvir 100, stórmenninar og yvirmenn fólksins og alla mannamúgvuna; og teir leiddu kongin oman úr húsi HARRANS og fóru um Ovara Portur inn í kongshøllina og settu kongin í kongahásætið.
21 Øll mannamúgvan var glað, og staðurin var kvirrur. Men Atalju høvdu teir høgt niður.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul