Seinna Krønikubók kap. 25
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
h.
Amaziah
25:1-28:1
i.
Good King Amaziah
25:1-4:1
1
Amazja var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Jóaddan og var úr Jerusalem.
2
Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, tó ikki av heilum hjarta.
3
Táið kongadømið var vorðið fast í hond hansara, læt hann drepa teir av tænarum sínum, sum høvdu dripið kongin, faðir hansara.
4
Men børn teirra læt hann ikki drepa; hann gjørdi eftir tí, sum skrivað er í lógini, í Mósebók, har sum HARRIN hevur givið hetta boð: „Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; nei, ein og hvør skal doyggja fyri sína egnu synd.“
ii.
Amaziah’s Victories
25:5-13:1
5
Síðani stevndi Amazja Judamonnum saman og læt teir standa eftir fedrahúsum teirra undir høvuðsmonnunum yvir 1000 og høvuðsmonnunum yvir 100 í øllum Juda og Benjamin; táið hann taldi teir frá tjúguáraaldri og uppeftir, fekk hann at vita, at teir vóru 300000 útvaldir menn, vandir hermenn, sum bóru spjót og skjøld.
6
Haraftrat leigaði hann í Ísrael 100000 raskar hermenn fyri 100 talentir av silvuri.
7
Men gudsmaður kom til hansara og segði: „Lat ikki Ísraelsher fara við tær, kongurin! Tí HARRIN er ikki við Ísrael, ikki við nøkrum Efra’imiti.
8
Men halt tú avstað – ger tað og far við góðum áræði í bardagan! Annars skal Gud lata teg falla fyri fíggindanum; tí Gud er mentur bæði at hjálpa og at lata falla.“
9
Amazja spurdi gudsmannin: „Hvat tá hinar 100 talentirnar av silvuri, ið eg havi latið herfólkið úr Ísrael fáa?“ Gudsmaðurin svaraði: „HARRIN er mentur at geva tær mangan meiri enn tað!“
10
Tá skilti Amazja herfólkið frá, sum komið var til hansara úr Efra’im, og læt teir fara heimaftur. Men teir vórðu so fúkandi illir inn á Juda um hetta og fóru heim í brennandi vreiði.
11
Men Amazja tók mót í seg, helt avstað við fólki sínum og kom til Saltdal; har høgdi hann niður 10000 mans av Se’iritum;
12
harumframt hertóku Judamenn 10000 livandi, fóru niðan á eina egg við teimum og stoyttu teimum oman haðani, so teir allir soraðust sundur.
13
Men teir, sum hoyrdu til flokkin, ið Amazja hevði sent heimaftur, so teir sluppu ikki við honum í bardagan, gjørdu álop á býir Juda, frá Samaria líka til Bet-Horon; og teir høgdu niður 3000 av teimum, ið har búðu, og tóku nógvan fong.
iii.
Amaziah Rebuked for Idolatry
25:14-16:1
14
Táið Amazja hevði vunnið sigur á Edomitum og so var komin heimaftur, hevði hann gudar Se’irita við sær og setti sær teir upp til gudar; og hann kastaði seg niður fyri teimum og brendi roykilsi fyri teimum.
15
Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Amazja, og Hann sendi til hansara profet, sum segði við hann: „Hví leitar tú til gudarnar hjá hesum fólki, teir, ið ikki hava frelst sítt egna fólk av hond tíni?“
16
Men táið hann segði hetta við hann, svaraði hann honum: „Hava vit sett teg til ráðgevara kongsins! Sig ikki meir, so satt sum tú ikki vilt verða dripin!“ Profeturin gavst tá og segði: „Eg dugi at síggja, at Gud hevur í huga at forkoma tær, síðani tú bert teg so at og lurtar ikki eftir ráðum mínum.“
iv.
Jehoash of Israel Defeats Amaziah
25:17-24:1
17
Amazja kongur í Juda helt nú ráð og sendi síðani boð til Jóas ísraelskong, son Jóahaz, son Jehu, og læt siga: „Kom, lat okkum royna, hvør ið sterkari er!“
18
Men Jóas kongur í Ísrael sendi Amazja kongi í Juda hetta aftursvar: „Tistilin á Libanon sendi boð til sedristræið á Libanon og læt siga: „Lat son mín fáa dóttur tína til konu!“ Men tey villu dýrini á Libanon komu rennandi og traðkaðu tistilin niður.
19
Tú hugsar: „Eg havi vunnið Edom!“ og tí er hjarta títt vorðið stórt og vil vinna enn meiri heiður. Verð bert heima! Hví vilt tú bjóða vanlukkuni av, tær sjálvum og Juda til fall?“
20
Men Amazja lurtaði ikki eftir honum; tað var Gud, ið stýrdi tí so; Hann vildi geva teir í fíggindahendur, aftur fyri at teir høvdu leitað til gudar Edoms.
21
Tá helt Jóas kongur í Ísrael avstað, og við Bet-Semes, sum hoyrir til Juda, royndu hann og Amazja kongur í Juda, hvør ið sterkari var.
22
Men Juda lá undir fyri Ísrael, og teir flýddu, hvør heim til sín sjálvs.
23
Amazja kong í Juda, son Jóas, son Jóahaz, hann hertók Jóas kongur í Ísrael við Bet-Semes og fór til Jerusalem við honum. Hann breyt niður 400 alin av múri Jerusalems, frá Efra’imsportri til Hornsportur.
24
Síðani tók hann alt gullið og silvurið og øll íløtini, sum vóru í húsi Guds hjá Obed-Edom, og skattir kongshallarinnar; gíslar tók hann eisini og fór so aftur til Samaria.
v.
The Death of Amaziah
25:25-28:1
25
Men Amazja, sonur Jóas, kongurin í Juda, livdi 15 ár, eftir tað at Jóas, sonur Jóahaz, kongurin í Ísrael, var deyður.
26
Tað, ið annars er at siga um Amazja, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels.
27
Men frá tí at Amazja fall frá HARRANUM, gjørdu teir samansvørjing móti honum í Jerusalem; hann flýddi til Lakis, men teir sendu menn aftan á honum til Lakis og drópu hann har.
28
So fluttu teir hann á hestum haðani og jarðaðu hann hjá fedrum hansara í Judabýi.