Seinna Krønikubók kap. 33

Uppsetan
m. Manasseh
33:1-20:1
i. Manasseh the Evil King
33:1-9:1
1 Manasse var 12 ár, táið hann gjørdist kongur, og 55 ár stýrdi hann í Jerusalem.
2 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eftir hinum viðurstyggiligu siðum fólkanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.
3 Hann reisti av nýggjum offurheyggjarnar, ið Ezekias, faðir hansara, hevði rivið niður; hann reisti Ba’alunum altar og læt gera Asjerur; og hann tilbað allan her himmalsins og dýrkaði hann.
4 Hann reisti altar í húsi HARRANS, sum HARRIN hevði sagt um: „Í Jerusalem skal til ævigar tíðir navn Mítt búgva.“
6 Hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við spádóm, gand og svartakunst, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
7 Hina útskornu myndina, ið hann læt gera, setti hann í hús Guds, sum Gud hevði sagt um við Dávid og son hansara Sálomo: „Í hesum húsi og í Jerusalem, sum Eg havi útvalt av øllum ættum Ísraels, skal Eg til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva;
8 og Eg skal ikki aftur lata Ísrael fara heimleyst burtur úr landinum, ið Eg gav fedrum teirra, so satt sum tey bert akta eftir at gera alt tað, ið Eg havi álagt teimum, eftir allari lógini og eftir boðunum og fyriskipanunum, ið tey fingu við Mósesi.“
9 Men Manasse villleiddi Juda og fólkið í Jerusalem, so tey bóru seg verri at enn fólkasløgini, ið HARRIN hevði oytt fyri Ísraelsmonnum.
ii. Manasseh’s Repentance and Restoration
33:10-20:1
11 Tí læt HARRIN herhøvdingar assýriakongs koma yvir tey, og teir fangaðu Manasse við krókum, bundu hann við koparleinkjum og fóru til Bábel við honum.
12 Men nú hann var staddur í neyð, bað hann HARRAN Gud sín um náði og eyðmýkti seg stórliga fyri ásjón Guds fedra sína.
13 Og táið hann bað til Hansara, bønhoyrdi Hann hann; Hann hoyrdi eyðmjúku bøn hansara og læt hann koma aftur til Jerusalem, til kongadømi hansara. Tá sannaði Manasse, at HARRIN er Gud.
14 Eftir hetta reisti hann ein ytra múr fyri Dávidsstað, vestan fyri Gihon, í dalinum, og hagar sum gingið verður inn um Fiskaportur; hann læt hann ganga rundan um Ofel og gjørdi hann ógvuliga høgan. Og í allar teir víggirdu staðir Juda setti hann herhøvdingar.
15 Hann tók burt hinar fremmandu gudar og avgudamyndina úr húsi HARRANS og øll altarini, ið hann hevði reist á fjallinum, har sum hús HARRANS stóð, og í Jerusalem – og kastaði tey út um býin.
16 Síðani reisti hann altar HARRANS upp aftur og ofraði takkoffur og lovoffur á tí; og hann segði við Juda, at tey skuldu tæna HARRANUM Gudi Ísraels.
18 Tað, ið annars er at siga um Manasse, um bønina, ið hann bað til Gud sín, og um orðini, ið síggjararnir talaðu við hann í navni HARRANS Guds Ísraels, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
19 Og bøn hansara, og hvussu hann varð bønhoyrdur, alla synd og alt trúloysi hansara, og støðini, har hann bygdi offurheyggjar og reisti upp Asjerurnar og hinar útskornu myndirnar – áðrenn hann eyðmýkti seg – um hetta er skrivað í Hosaiskrøniku.
20 So legðist Manasse til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í húsi hansara. Sonur hansara Amon tók ríkið eftir hann.
n. Amon
33:21-25:1
21 Amon var 22 ár, táið hann gjørdist kongur, og 2 ár stýrdi hann í Jerusalem.
22 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og Manasse, faðir hansara, hevði gjørt; allar hinar útskornu myndirnar, ið Manasse, faðir hansara, hevði gjørt, ofraði Amon til, og tær dýrkaði hann.
23 Men hann eyðmýkti seg ikki fyri ásjón HARRANS, soleiðis sum Manasse, faðir hansara, hevði gjørt; nei, hann, Amon, dungaði skyld oman á skyld.
25 Men fólkið í landinum drap allar teir, ið høvdu svorið seg saman móti Amon kongi; og so gjørdu teir son hansara Josias til kong eftir hann.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul