Esaias kap. 20

Uppsetan
1 Tað árið ið Tartan kom til Asdod – ta ferðina ið Sargon kongur í Assýria sendi hann hagar, og hann herjaði á Asdod og tók býin –
2 um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: „Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!“ – Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur.
3 So segði HARRIN: „Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia,
4 so skal kongurin í Assýria fara við fangunum úr Egyptalandi og hinum burtfluttu úr Etiopia, bæði ungum og gomlum, naknum og skóleysum, við berum baki – Egyptalandi til vanæru!
5 Tá skulu teir ræðast og hava skomm av Etiopia, sum var vón teirra, og Egyptalandi, sum teir vóru stoltir av.
6 Og teir, sum búgva á hesi strond, skulu siga tann dag: „Hygg nú, hvussu teimum gekst, sum vóru vón okkara, sum vit leitaðu til eftir hjálp fyri at verða bjargaðir undan konginum í Assýria! – Hvussu skulu vit tá komast undan!““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul