Esaias kap. 6

Uppsetan
4. Isaiah's Commission
6:1-13:1
1 Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
2 Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
3 Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
5 Tá segði eg: „Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“
6 Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum;
7 við henni nam hann við munn mín og segði: „Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar – skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!“
8 So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“
9 Tá segði Hann: „Far og sig við hetta fólk: „Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!“
10 Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum – og venda ikki við og verða grødd!“
11 Eg spurdi: „Hvussu leingi, Harri?“ Hann svaraði: „Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk.
12 HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum.
13 Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul