Esaias kap. 43

Uppsetan
v. Israel’s Only Savior
43:1-28:1
1. The Holy One of Israel, your Savior
43:1-13:1
1 Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!
2 Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.
3 Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín.
4 Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt.
5 Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg.
6 Eg skal siga við norðrið: „Kom higar við teimum!“ við suðrið: „Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar,
7 hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!“
9 Lat øll fólkini savna seg, lat øll fólkasløgini koma saman! Hvør teirra* er mentur at kunngera slíkt! Lat teir siga okkum, hvat teir áður hava spátt! Lat teir koma við vitnum sínum, so teir kunnu fáa rætt, lat tey** hoyra og siga: „Tað er satt!“
10 Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Hann – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma.
12 Eg havi boðað tað og frelst, Eg havi kunngjørt tað, og har var eingin fremmandur gudur millum tykkara; tit eru vitni Míni – sigur HARRIN – Eg eri Gud!
13 Ja, og enn í dag eri Eg hin einasti, og eingin frelsir av hond Míni; Eg virki – og hvør ger tað ógjørt!
2. A Way in the Wilderness
43:14-21:1
14 So sigur HARRIN, frelsari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Fyri tykkara skuld sendi Eg boð til Bábel og noyði teir allar at flýggja; Eg skal reka Kaldearar oman á skipini, ið teir høvdu til stuttleika.
17 sum leiddi út vagnar og hestar, her og høvuðsmann – teir liggja har, hvør ein, teir reisast ikki aftur, teir eru sløknaðir, sum veikur sløknaðu teir:
19 Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
20 Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.
3. Israel’s Unfaithfulness
43:22-28:1
23 Tú hevur ikki givið Mær brennioffurseyðir tínar og ikki ært Meg við sláturofrum tínum; Eg havi ikki plágað teg eftir matofrum og ikki troyttað teg eftir roykilsi;
24 tú hevur ikki keypt Mær kalmus fyri silvur og ikki mettað Meg við hinum feita av sláturofrum tínum! Nei, tú hevur plágað Meg við syndum tínum, troyttað Meg við misbrotum tínum!
25 – Eg, Eg eri tann, sum – fyri Mína skuld – striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.
28 – So vanærdi Eg hinar heilagu høvdingar og gav Jákup upp til bann, Ísrael til spott!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul