Esaias kap. 39

Uppsetan
c. Hezekiah’s Error
39:1-8:1
i. Hezekiah Shows His Treasures to Babylon
39:1-2:1
1 Um hesa tíðina sendi Merodak-Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávu til Ezekias, við tað at hann frætti, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin frískur aftur.
2 Ezekias var glaður um, at teir komu, og vísti teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru olju, alt vápnahús sítt og alt, sum í skattkømurum hansara var; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum.
ii. Isaiah Prophesies the Babylonian Exile
39:3-8:1
3 Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: „Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?“ Ezekias svaraði: „Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel.“
4 Tá spurdi hann: „Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?“ Ezekias svaraði: „Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum.“
6 Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða flutt til Bábel; einki skal verða eftir – sigur HARRIN.
7 Og av sonum tínum, sum koma av tær, og sum tú fært, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.“
8 Men Ezekias segði við Esaias: „Gott er orð HARRANS, ið tú hevur talað!“ Og síðani segði hann: „So verður tó mín tíð at ganga í friði og náðum!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul