Esaias kap. 27

Uppsetan
4. The LORD’s Vineyard
27:1-13:1
1 Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.
3 Eg, HARRIN, Eg eri vaktarmaður hansara; hvørja løtu vatni Eg hann; fyri at eingin skal heimsøkja hann, haldi Eg vakt yvir honum nátt og dag.
4 Illur eri Eg ikki við hann; hevði Eg havt tornir og tistlar móti Mær í bardaga, skuldi Eg lagt á teir og brent teir upp allar samlar –
5 uttan so var, at teir leitaðu sær vernd hjá Mær, gjørdu frið við Meg, ja, gjørdu frið við Meg!
6 Á komandi tíðum skal Jákup festa rót, Ísrael grønka og blóma, og teir skulu fylla jarðarríki við ávøksti.
7 Man HARRIN hava sligið Ísrael so hart, sum Hann sló teir, ið slógu tað! Ella varð tað dripið, eins og fíggindar tess vórðu dripnir!
8 Nei, við máta revsaði Tú fólkið, táið Tú rakst tað frá Tær; HARRIN blásti tað burtur við hvassa vindi Sínum, tann dag eystanstormurin kom.
9 Tí verður gjørd bót fyri misbrot Jákups, og tað at synd hansara verður tikin burt, gevur fullan ávøkst, táið allir altarsteinar verða brotnir sundur sum kálksteinar, og Asjerur og sólstólpar ikki reisa seg aftur.
10 Tí hin fasti staðurin liggur í oyði, hann er vorðin fólkatómt stað, oyðin sum oyðimørkin; har liggja ungneytini og eta, har hvíla tey seg og gnaga kvistarnar av.
11 Táið greinarnar eru turrar, verða tær brotnar av; kvinnur koma og kynda upp við teimum. Tí hetta er tjóð við ongum viti; tí er skapari hennara henni ikki miskunnsamur; Hann, sum myndaði hana, er henni ikki náðigur.
12 Tann dag skal HARRIN sláa ávøkstin niður frá Stórá* líka at Egyptalandsá, og tit, børn Ísraels, skulu verða hentað upp eitt og eitt.
13 Tann dag skal verða blást í stórt horn, og tey skulu koma, hini burtmistu í Assýria og hini burtriknu í Egyptalandi, og tey skulu tilbiðja HARRAN á hinum heilaga fjalli í Jerusalem.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul