Esaias kap. 31

Uppsetan
v. Woe to Those Who Rely on Egypt
31:1-32:20
1 Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali – men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.
2 Men eisini Hann er vísur; Hann letur vanlukkuna koma, og orð Síni tekur Hann ikki aftur; Hann reisir Seg móti húsi hinna óndu og móti hjálp teirra, ið gera órætt.
3 Egyptar eru menniskju og ikki Gud; hestar teirra eru hold og ikki andi; HARRIN skal rætta út hond Sína, og hjálparin skal snáva, og tann, ið hjálp hevur fingið, skal falla, og teir skulu umkomast, bæði annar og annar.
4 Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum – so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess.
5 Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerusalem, verja og frelsa, leypa um* og bjarga.
7 Tí tann dag skal ein og hvør tykkara vraka silvurgudar og gullgudar sínar, teir, ið hendur tykkara hava gjørt tykkum at synda við.
8 Assur skal falla fyri svørði, ið ikki hoyrir manni til; svørð, ið ikki hoyrir menniskja til, skal gera enda á honum; hann skal flýggja fyri svørðinum, og ungu menn hansara skulu verða trælir.
9 Klettur hansara skal flýggja í ræðslu, og høvdingar hansara skulu verða ræddir burt frá hermerki sínum – sigur HARRIN, Hann, sum hevur eld Sín í Zion og ovn Sín í Jerusalem.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul