Esaias kap. 8

Uppsetan
2. Assyrian Invasion Prophesied
8:1-22:1
1 HARRIN segði við meg: „Tak tær stóra talvu og skriva á hana við týðiligari skrift: „Skjótur fongur, brátt rán.“
3 Eg kom profetinnuni nær, og hon varð við barn og átti son. Tá segði HARRIN við meg: „Gev honum navnið Maher-Sjalal Hasj-Bas!*
4 Tí áðrenn drongurin dugir at siga „pápi“ og „mamma“, skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verða bornir fram fyri kongin í Assýria.“
6 „Aftur fyri at hetta fólk vanvirðir Siloavøtn, ið renna so still, og fagnar Rezin og syni Remalja –
7 ja, so skal HARRIN lata koma yvir tey hini stríðu, miklu vøtn Áarinnar* – kongin í Assýria og alla dýrd hansara – hon skal stíga upp um áarbakkarnar allastaðni, fløða yvir hvørja byrging,
8 koma skolandi inn í Juda, fløða yvir, breiða seg, so maður stendur undir háls; við útbreiddu veingjum sínum skal hon fylla land Títt, so vítt sum tað er, Immanuel!“
9 Leikið bert í, fólkasløg – tit skulu koma at ræðast kortini! Hoyrið, øll tit lond langt burtur, búgvið tykkum til bardaga – tit skulu koma at ræðast kortini!
10 Leggið upp ráð – tey skulu gleppa kortini! Talið orð – tey skulu ikki fáa framgongd! Tí – við okkum er Gud!*
11 Tí so segði HARRIN við meg, táið hond Hansara tók meg við valdi, og Hann varaði meg, at eg mátti ikki ganga leiðirnar, ið hetta fólk gongur:
12 Kallið ikki alt tað heilagt, ið hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki tað, ið tað óttast, og ræðist ikki!
13 HARRIN Gud herskaranna, Hann skal vera tykkum heilagur, Hann skal vera ótti tykkara, og Hann skal vera ræðsla tykkara.
14 Hann skal verða halgidómur, báðum húsum Ísraels snávisteinur og klettur til fall og teimum, sum í Jerusalem búgva, snerra og fella.
17 Eg bíði eftir HARRANUM, Honum, sum nú fjalir ásjón Sína fyri húsi Jákups – til Hansara stendur vón mín.
18 Eg og børnini, ið HARRIN hevur givið mær, eru tekin og fyrimyndir í Ísrael frá HARRANUM Gudi herskaranna, sum býr á Zionsfjalli.
19 Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
20 – „Til orðið og til vitnisburðin!“ – Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur,
21 so skulu tey reika um landið, hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum. Tey skulu venda eygunum uppeftir,
22 og tey skulu hyggja niður á jørðina – men neyð og myrkur er, ræðsluniða, tey eru rikin út í hina svørtu nátt!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul