Esaias kap. 52

Uppsetan
vi. Deliverance for Jerusalem
52:1-12:1
1 Vakna, vakna, lat teg í styrki tína, Zion! Lat teg í hátíðarbúna tín, Jerusalem, tú hin heilagi staður! Tí eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma inn í teg.
2 Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerusalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion!
3 Tí so sigur HARRIN: Fyri einki vórðu tit seld, og uttan pening skulu tit verða leyskeypt.
4 Ja, so sigur Harrin HARRIN: Í forðum fór fólk Mítt til Egyptalands at búgva har sum fremmant, og seinni kúgaði Assur tað við ongum rætti.
5 Og hvat skal Eg nú gera her? sigur HARRIN; fólk Mítt er jú flutt burtur fyri einki; teir, ið ráða yvir tí, reypa – sigur HARRIN – og uttan íhald verður navn Mítt spottað líðilangan dagin.
6 Tí skal fólk Mítt læra navn Mítt at kenna; tí skal tað tann dag læra at kenna, at Eg eri tann, ið sigur: „Hygg, her eri Eg!“
7 Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“
8 Hoyr! Vaktarar tínir lyfta upp røddina, teir fegnast allir samlir; tí beint fyri eygum sínum síggja teir HARRAN koma aftur til Zion.
9 Skerið í fagnaðarsong allar samlar, tit toftir Jerusalems! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, Hann endurloysir Jerusalem.
10 HARRIN ger beran heilaga arm Sín fyri eygum alra tjóða, og allir endar jarðarinnar fáa frelsu Guds okkara at síggja.
11 Avstað, avstað! Farið út haðani, nemið einki óreint! Farið út haðani, reinsið tykkum, tit, sum bera íløt HARRANS!
12 Tí ikki skulu tit fara út í skundi, og ikki skulu tit leypa avstað sum tey, ið flýggja; nei, HARRIN gongur undan tykkum, og Gud Ísraels gongur aftastur í flokki tykkara!
vii. The Servant Exalted
52:13-15:1
13 Tænari Mín skal bera Seg vísiliga at; Hann skal verða stórur og settur høgt og verða ógvuliga høgur.
14 Eins og mong ræddust at síggja Hann – so ómenniskjaliga vesalur sá Hann út, Hann líktist ikki menniskjabørnum –
15 so skal Hann fáa mong fólkasløg at hvøkka upp,* fyri Honum skulu kongar verða málleysir; tí tað, sum aldri var teimum sagt, hava tey sæð, og tað, sum tey aldri høvdu hoyrt, hava tey fingið at royna.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul