Esaias kap. 15

Uppsetan
4. Against Moab
15:1-16:13
1 Spádómur um Móab. Ja, eftir eini nátt verður Ar-Móab oytt, og endi gjørdur á tí! Ja, eftir eini nátt verður Kir-Móab oytt, og endi gjørdur á tí!
2 Tey fara niðan til húsið og til Dibon á offurheyggjunum at gráta; uppi á Nebo og Medeba venar Móab seg; hvørt høvd er berskøllut, hvørt skegg avrakað.
4 Hesbon og El’ale rópa neyðarróp, so tað hoyrist líka til Jahaz; tí vena eisini hermenninir seg í Móab, sál tess skelvur.
5 Hjarta mítt grætur um Móab; tey flýddu haðani koma líka til Zoar, til Eglat-Selisia; ja, grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit, og á vegnum til Horonajim senda tey upp neyðarróp undan oyðingini.
6 Nimrimsvøtn verða oyðimarkir, grasið svidnar, við urtunum er liðugt, grønt strá er ikki at síggja longur.
8 Ja, neyðarrópini ljóða um alt Móabsland; venan teirra nær líka til Eglajim og til Be’er-Elim;
9 tí Dimonsvatn er fult av blóði. – Men Eg lati meiri enn koma á Dimon, leyvu á tey, sum undan eru sloppin í Móab, á tey, sum eftir eru í landinum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul