Esaias kap. 4

Uppsetan
c. A Remnant in Zion
4:1-6:1
1 Tann dag skulu sjey kvinnur tríva í ein mann og siga: „Sjálvar skulu vit bæði føða og klæða okkum; lat okkum bert sleppa at bera navn títt, tak burtur vanæru okkara!“
2 Tann dag skal kvistur HARRANS vera til prýði og heiður, og ávøkstur landsins teimum av Ísrael til rós og prýði, sum undan sleppa.
3 Og so skal verða, at leivdin í Zion og tey, sum eftir eru í Jerusalem, skulu kallast heilag, ein og hvør, sum innskrivaður er til lívið í Jerusalem
4 – táið Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zion og skolað blóðskyldina av Jerusalem við dómsanda og reinsanaranda.
5 Og yvir hvørjum staði á Zionsfjalli og yvir hátíðarskarunum har skal HARRIN skapa skýggj og royk um dagin og skin av logandi eldi um náttina – tí alt, sum dýrd hevur, er lagt afturyvir.
6 Skýli skal vera, til skugga um dagin móti hita og til lívd og skjól móti áarføri og regni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul