Esaias kap. 33

Uppsetan
vi. Woe to Assyria
33:1-24:1
1 Vei tær, oyðari tín, sum sjálvur ikki ert oyddur, ránsmaður tín, sum eingin hevur rænt frá! Táið tú ert liðugur at oyða, skalt tú verða oyddur; táið tú ert givin uppat at ræna, skal verða rænt frá tær!
2 HARRI, ver okkum náðigur! Eftir Tær bíða vit – ver armur okkara hvønn morgun, ja, frelsa okkara á neyðarstund!
4 Fongur tykkara verður tikin upp, eins og grashoppan hentar; teir kasta seg yvir hann sum grashoppuflokkar.
6 Og tryggar tíðir skulu koma hjá tær, ríkdómur av frelsu, av vísdómi og kunnskapi; ótti HARRANS skal vera skattur tín.
8 Vegirnir eru oydnir, einki ferðafólk er longur – hann* hevur brotið sáttmálan, vanvirt býirnar, menniskju roknar hann fyri einki.
9 Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær.
11 Tit ganga við hoyggi og føða hálm; andablástur tykkara er eldur, ið etur tykkum sjálv upp;
12 fólkasløg skulu verða brend til kálk; tey skulu verða sum avhøgdir tornakvistar, ið verða uppbrendir.
13 Hoyrið, tit, sum langt burtur eru, hvat Eg havi gjørt, og kennið styrki Mína, tit, sum nær eru!
14 Syndarar nøtra á Zion, skjálvti er komin á hini gudleysu: „Hvør kann búgva hjá oyðandi eldi! Hvør kann búgva hjá ævigum bálum!“
15 Tann, sum livir í rættvísi og talar av sonnum hjarta; tann, ið vanvirðir tað, sum vinst við órætti og yvirgangi; tann, ið ristir hendurnar, so hann nemur ikki gávu, sum stingur aftur í oyruni, so hann lurtar ikki eftir blóðráðum, og sum letur aftur eyguni, so hann hyggur ikki á tað, ið ónt er.
16 Hann skal búgva høgt; fjallaborgir skulu vera vernd hansara; breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum.
18 Hjarta títt skal minnast aftur á ræðsluna: „Hvar er nú hann, sum skrivaði upp! Hvar er hann, sum vigaði peningin! Hvar er hann, sum taldi tornini!“
19 Hitt villa fólkið skalt tú ikki síggja meir, fólkið við hinum torføra máli, ið fatast ikki, við hini stamandi tungu, ið skilst ikki.
20 Hygg Zion, býurin, har hátíðarstevnur okkara verða hildnar! Eygu tíni skulu síggja Jerusalem sum tryggan bústað, sum tjald, ið ikki verður flutt; hælirnir verða aldri upptiknir, og togini verða aldri sundurslitin.
21 Men har skulu vit hava HARRAN, hin veldiga, í staðin fyri breiðar áir og streymar; eingin róðrarskúta skal fara har, einki veldigt langskip skal sigla har.
22 Tí HARRIN er dómari okkara, HARRIN er lóggevari okkara, HARRIN er kongur okkara – Hann skal frelsa okkum.
23 Lin hanga spenni tíni, tey styðja ikki mastrina, tey halda ikki seglunum uppi – tá verður mongd av rændum fongi skift, ja, um tað so eru lamin, røva og ræna tey.
24 Og eingin, sum býr har, skal siga: „Eg eri sjúkur.“ – Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul