Esaias kap. 16

Uppsetan
1 „Sendið landsharranum lombini, ið hann skal hava, úr Sela um oyðimørkina til fjall dóttur Zions!“
2 Rætt sum flagsandi fuglar, sum uppstygdir fuglaungar, skulu døtur Móab vera við vaðini um Arnon.
3 „Leggið ráð, finnið okkum útveg! Lat skugga tín verða sum náttina á alljósum degi, fjal hini burtriknu, sig ikki frá teimum, sum flýggja!
4 Lat burtriknu míni finna tilhald hjá tær, ver Móab skjól fyri oyðaranum! Tí tað er úti við yvirgangskroppinum, oyðingin fær enda, og kúgarin er farin úr landinum.
5 So verður hásætið grundfest við miskunn, og í tí skal í trúfesti sita kongur í tjaldi Dávids, høvdingi, sum stevnir eftir rætti og fremur rættferð.“
6 Vit hava hoyrt um óføra hugmóð Móabs, stoltleika, hugmóð og frekleika tess, tóma reyp tess.
7 Tí skal Móab vena seg um Móab, alt landið skal vena seg; um vínberjakøkurnar í Kir-Hareset skulu tit suffa í djúpari sorg.
8 Tí følnaðar eru markir Hesbons, víntræ Sibma; vínber tess slógu høvdingar fólkanna til jarðar; tey komust líka til Jazer, viltust út í oyðimørkina; kvistar tess breiddu seg út, fóru um havið.
9 Tí gráti eg við Jazer um víntræ Sibma; eg væti teg, Hesbon, við tárum mínum, og teg, El’ale! Tí yvir fruktheyst og kornheyst títt falla fagnaðarróp.*
10 Og gleði og frøi verða tikin burt frá fruktgørðunum; úr víngørðunum hoyrist eingin gleðisongur, einki fagnaðarljóð; eingin treður vín í persunum, Eg havi latið fagnaðarróp teirra tagna.
12 Og hvussu mikið Móab so møðir seg við at ganga niðan á offurheyggin og fara inn í halgidóm sín at biðja, vinnur tað einki.
14 Men nú sigur HARRIN: Áðrenn trý ár eru gingin – sum dagløntur maður roknar árið – skal dýrd Móabs við allari hini miklu mannfjøld vera lítið vird; lítið skal verða eftir, og lítið skal tað hava at týða, ikki vera mikið vert.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul