Fyrra Krønikubók kap. 5

Uppsetan
iv. The Descendants of the Trans-Jordan Tribes
5:1-26:1
1. The Sons of Reuben
5:1-10:1
1 Synir Ruben, hin frumborna Ísraels – tí hann var hin frumborni, men aftur fyri at hann vanhalgaði song faðirs síns, varð frumburðarrætturin givin sonum Jósef, son Ísrael; tó varð hann* ikki skrivaður inn í ættarbókina sum hin frumborni.
2 Tí víst fekk Juda valdið yvir brøðrunum, og høvdingin skuldi vera ein av eftirkomarum hansara, men frumburðarrættin fekk Jósef –
6 sonur hansara Be’era – sum Tilgat-Pilneser kongur í Assýria flutti burtur í útlegd – hann var høvdingi Rubenita.
7 Brøður hansara vóru eftir ættum sínum, táið teir vórðu uppskrivaðir í ættarbókina eftir ættarliðum sínum: Je’iel, hin fyrsti, harnæst Zakarja,
8 og Bela, sonur Azaz, son Sema, son Jóel; hann búði í Aroer og líka at Nebo og Ba’al-Meon;
9 og fyri eystan náddu bústaðir hansara yvir ímóti oyðimørkini, sum røkkur líka frá ánni Frat; tí teir høvdu stór fylgi av fæi í Gileadslandi.
10 Á døgum Sauls bardust teir við Hagritar – sum vórðu kúgaðir av teimum; teir búðu so í tjøldum teirra fram við allari eystursíðu Gileads.
2. The Sons of Gad
5:11-22:1
11 Synir Gad høvdu bústaðir sínar beint yvir av teimum í Basanslandi líka til Salka:
13 Brøður teirra vóru, eftir fedrahúsum sínum, Mikael, Mesullam, Seba, Jorai, Jakan, Zia og Eber – sjey.
14 Hesir vóru synir Abihajil, son Huri, son Jaroa, son Gilead, son Mikael, son Jesisai, son Jado, son Buz.
16 Teir búðu í Gilead, í Basan og í býunum, sum hartil hoyrdu, og á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk.
17 Á teimum døgum, ið Jótam var kongur í Juda, og Jeroboam var kongur í Ísrael, vórðu allir hesir uppskrivaðir í ættarbókina.
18 Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse vóru raskir menn, menn, ið bóru skjøld og svørð og spentu boga og vóru hervandir; teir vóru 44760 vápnaførir menn.
20 og teir fingu hjálp móti teimum, so at Hagritar og allir teir, ið við teimum vóru, vórðu givnir í hendur teirra; tí teir róptu til Gud, meðan bardagin leikaði á, og Hann bønhoyrdi teir, aftur fyri at teir litu á Hann.
21 Teir tóku fæ teirra sum herfong, 50000 kamelar, 250000 kríatúr av smáfæi og 2000 esil, haraftrat 100000 menniskju.
22 Tí har vóru nógvir falnir og dripnir, við tað at bardagin var frá Gudi. Teir búðu so í landi teirra líka til herleiðingina.
3. The Sons of the Half-Tribe of Manasseh
5:23-26:1
23 Teir, ið hoyrdu til hálva ætt Manasse, búðu í landinum úr Basan til Ba’al-Hermon, Senir og Hermonfjall; teir vóru fjølmentir.
24 Hesir vóru høvd fedrahúsa teirra: Efer, Jisi, Eliel, Azriel, Jirmeja, Hodavja og Jadiel, veldigir hermenn, navngitnir menn, høvd fedrahúsa sína.
25 Men teir vístu Fedragudi sínum ótrúskap og runnu í trúleysum fráfalli eftir gudunum, sum fólkini í landinum dýrkaðu, fólkini, ið Gud hevði oytt fyri teimum.
26 Tá eggjaði Gud Ísraels upp móti teimum anda assýriakonganna Puls og Tilgat-Pilnesers; og hann* herleiddi teir, bæði Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, og flutti teir til Hala, Habor, Hara og Gozansá – har teir eru enn í dag.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul