Fyrra Krønikubók kap. 25
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Divisions of the Musicians
25:1-31:1
1
So tóku Dávid og herhøvdingarnir út til gudstænastuna synir Asaf, Heman og Jedutun, sum í profetiskari burturrykking leikaðu á sitarum, hørpum og skáltrummum. Hetta er listin yvir menninar, ið henda tænasta var áløgd:
2
Av sonum Asaf: Zakkur, Jósef, Netanja og Asarela, synir Asaf, leiddir av Asaf, sum leikaði í profetiskari burturrykking, eftir fyriskipan kongsins.
3
Av Jedutun: Synir Jedutun, Gedalja, Zeri, Jesaja, Hasabja og Mattitja – seks* í tali, við sitarum, leiddir av Jedutun, faðir sínum, sum leikaði í profetiskari burturrykking, HARRANUM til lov og prís.
4
Av Heman: Synir Heman, Bukkia, Mattanja, Uzziel, Sebuel, Jerimot, Hananja, Hanani, Eliata, Giddalti, Romamti-Ezer, Josbekasa, Malloti, Hotir og Mahaziot.
5
Allir hesir vóru synir Heman, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. Gud vildi lyfta horn* Hemans og gav honum tí fjúrtan synir og tríggjar døtur.
6
Allir hesir leikaðu við songin í húsi HARRANS, leiddir av faðir sínum; teir leikaðu á skáltrummum, hørpum og sitarum við tænastuna í húsi Guds, leiddir av konginum, Asaf, Jedutun og Heman.
7
Tal teirra og brøðra teirra, sum vóru upplærdir at syngja songir HARRANS, var 288 – sum allir vóru kønir í tí.
8
Teir kastaðu lut um, hvat teir skuldu hava at ansa eftir, hin minsti líka væl sum hin størsti, lærarin líka væl sum lærisveinurin.
9
Fyrsti luturin fall á Asaf, tað vil siga á Jósef, annar á Gedalja, synir og brøður hansara, tólv,
10
triði á Zakkur, synir og brøður hansara, tólv,
11
fjórði á Jizri, synir og brøður hansara, tólv,
12
fimti á Netanja, synir og brøður hansara, tólv,
13
sætti á Bukkia, synir og brøður hansara, tólv,
14
sjeyndi á Jesarela, synir og brøður hansara, tólv,
15
áttandi á Jesaja, synir og brøður hansara, tólv,
16
níggjundi á Mattanja, synir og brøður hansara, tólv,
17
tíggjundi á Sime’i, synir og brøður hansara, tólv,
18
ellivti á Azarel, synir og brøður hansara, tólv,
19
tólvti á Hasabja, synir og brøður hansara, tólv,
20
trettandi á Subael, synir og brøður hansara, tólv,
21
fjúrtandi á Mattitja, synir og brøður hansara, tólv,
22
fimtandi á Jeremot, synir og brøður hansara, tólv,
23
sekstandi á Hananja, synir og brøður hansara, tólv,
24
seytjandi á Josbekasa, synir og brøður hansara, tólv,
25
átjandi á Hanani, synir og brøður hansara, tólv,
26
nítjandi á Malloti, synir og brøður hansara, tólv,
27
tjúgundi á Eliata, synir og brøður hansara, tólv,
28
fyrsti og tjúgundi á Hotir, synir og brøður hansara, tólv,
29
annar og tjúgundi á Giddalti, synir og brøður hansara, tólv,
30
triði og tjúgundi á Mahaziot, synir og brøður hansara, tólv,
31
fjórði og tjúgundi á Romamti-Ezer, synir og brøður hansara, tólv.