Fyrra Krønikubók kap. 11

Uppsetan
b. Transition to King David
11:1-9:1
i. David Anointed King of Israel
11:1-3:1
1 Nú kom alt Ísrael saman í Hebron hjá Dávidi og segði: „Vit eru jú hold títt og bein!
2 Longu langt síðani, longu meðan Saul var kongur, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn; og HARRIN Gud tín hevur sagt við teg: „Tú skalt vera hirði fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera høvdingi yvir fólki Mínum, Ísrael.““
3 Allir hinir elstu í Ísrael komu til Hebron til kongin, og Dávid gjørdi sáttmála við teir í Hebron fyri ásjón HARRANS. Teir salvaðu so Dávid til kong yvir Ísrael, eftir orði HARRANS við Sámuel.
ii. David Conquers Jerusalem
11:4-9:1
4 So fóru Dávid og alt Ísrael til Jerusalem, tað er Jebus; har búðu Jebusitar, teir, sum av fyrstum høvdu búð í landinum.
5 Men teir, sum búðu í Jebus, søgdu við Dávid: „Higar kemur tú aldri inn!“ Men Dávid tók Zionsborg, tað er Dávidsstað.
6 Dávid segði: „Tann, ið fyrstur vinnur Jebusitar, skal verða høvdingi og høvd!“ Og Jóab, sonur Zeruju, varð fyrstur upp og varð so høvdingi.
8 Hann víggirdi staðin rundanum, frá Millo og allan vegin runt; hin partin av býnum bygdi Jóab upp aftur.
c. David’s Mighty Men
11:10-12:40
i. The Mighty Men
11:10-47:1
10 Hesir stóðu fremstir av køppum Dávids; saman við øllum Ísrael styðjaðu teir hann dyggiliga í kongadømi hansara – til at gera hann til kong eftir orði HARRANS viðvíkjandi Ísrael.
11 Hetta er listin yvir kappar Dávids: Jasobam, sonur Hakmoni, hin fremsti av køppunum; hann reiggjaði spjót sítt yvir 300 falnum í senn.
12 Honum næstur var Eleazar Ahohitur, sonur Dodo; hann var ein av hinum trimum køppunum.
13 Hann var við Dávidi í Pas-Dammim, táið Filistarar høvdu savnað seg har til orrustu. Har var akur, sum bygg vaks í, øllum sum hann var; og táið fólkið flýddi undan Filistarum,
14 tóku teir støðu mitt í akrinum og vardu hann og høgdu niður Filistarar – og HARRIN gav teimum stóran sigur.
15 Einaferð fóru tríggir av hinum tríati høvdingunum oman eftir hamrinum til Dávid, sum var í hellinum við Adullam. Filistaraherurin hevði tá støðu í Refa’imsdali.
17 Nú kom slíkur tosti á Dávid, og hann segði: „Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?“
18 Tá brutu teir tríggir seg ígjøgnum tilhald Filistara, oystu vatn úr brunninum við portrið í Betlehem, tóku tað við sær og komu til Dávid við tí; men Dávid vildi ikki drekka tað; hann helti tað út fyri HARRANUM
19 við hesum orðum: „Gud mín, lat tað vera langt frá mær at gera hetta! Skuldi eg drukkið blóðið av hesum monnum, ið hava sett lív sítt í váða! Tí við at seta lívið í váða hava teir fingið tað higar!“ Og hann vildi ikki drekka tað. – Slíkt gjørdu hinir tríggir kapparnir.
20 Absai, bróðir Jóab, var høvd fyri trimum. Hann reiggjaði spjót sítt yvir 300 falnum, og hann var navnframur millum teir tríggjar.
21 Hann var dupult ærdur fram um teir tríati og gjørdist høvdingi teirra; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki.
22 Benaja, sonur Jójada, ið var sonur ein djarvan bardagamann úr Kabze’el, sum hevði útint stór manndómsverk, hann feldi báðar leyvukappar Móabs. Ein dag, ið kavað hevði, fór hann niður og drap leyvu í brunni.
23 Eisini drap hann risavaksnan Egypta, fimm alin høgan; Egyptin hevði í hondini spjót sum vevbumm; men hann fór við stavi sínum ímóti honum, rykti spjótið úr hond Egyptans og drap hann við hansara egna spjóti.
24 Slíkt gjørdi Benaja, sonur Jójada; hann var navnframur millum teir tríggjar kapparnar.
25 Fram um teir tríati var hann ærdur; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki; Dávid setti hann yvir lívvakt sína.
26 Hinir reystu kapparnir vóru: Asael, bróðir Jóab; Elhanan, sonur Dodo, úr Betlehem;
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul