Fyrra Krønikubók kap. 13

Uppsetan
d. The Ark of the Covenant
13:1-16:43
i. David Fetches the Ark
13:1-7:1
1 Dávid ráðførdi seg við høvuðsmenninar yvir 1000 og yvir 100, við allar høvdingarnar.
2 Síðani segði Dávid við alla samkomu Ísraels: „Um nú tykkum líkar tað – og tað kemur frá HARRANUM Gudi okkara – so latið okkum senda boð í allar ættir, til hinar brøður okkara í øllum londum Ísraels, og somuleiðis til prestarnar og Levitarnar í býunum, sum teir hava við jørð rundan um, at teir skulu koma saman hjá okkum,
3 og latið okkum so flyta ørk Guds okkara higar til okkara! Tí á døgum Sauls spurdu vit ikki um hana.“
4 Øll samkoman svaraði, at so átti at verða gjørt; tí alt fólkið helt hetta vera beint.
5 So savnaði Dávid alt Ísrael, frá Sihor í Egyptalandi, líka hagar sum leiðin liggur til Hamat, til at flyta ørk Guds úr Kirjat-Jearim.
6 Síðani fór Dávid við øllum Ísrael til Ba’ala, til Kirjat-Jearim, sum hoyrir til Juda, til at flyta haðani ørk Guds HARRANS, sum navn Hansara er nevnt yvir, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum.
7 Teir settu nú ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs; Uzza og Ajo stýrdu vagninum.
ii. Uzzah Touches the Ark
13:8-14:1
8 Dávid og alt Ísrael leikaðu fyri ásjón Guds, alt tað tey vóru ment, meðan sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, skáltrummur og lúðrar.
9 Táið tey nú komu til treskipláss Kidons, rætti Uzza út hondina at taka í ørkina, tí teir fingu ikki stýrt oksunum.
10 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Hann sló hann, aftur fyri at hann hevði rætt út hondina móti ørkini, so hann doyði har fyri ásjón Guds.
11 Men Dávid varð ógvuliga illa við, av tí at HARRIN hevði sligið Uzza niður; tí hevur hetta stað verðið rópt Perez-Uzza* líka til henda dag.
12 Dávid varð ræddur fyri Gudi tann dagin og segði: „Hvussu skal eg kunna hava ørk Guds inn til mín!“
13 Dávid flutti tá ikki ørkina inn í Dávidsstað til sín, men læt hana seta inn hjá Obed-Edom úr Gat.
14 Ørk Guds stóð so tríggjar mánaðir hjá fólki Obed-Edoms, í húsi hansara; og HARRIN signaði Obed-Edom og alt tað, ið hansara var.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul