Fyrra Krønikubók kap. 22

Uppsetan
h. The Temple
22:1-29:20
i. Preparations for the Temple
22:1-19:1
1 Nú segði Dávid: „Her skal hús HARRANS Guds standa, og her skal brennioffuraltar Ísraels vera!“
2 Og Dávid gav boð um at stevna saman øllum útlendingum, sum búðu í Ísraelslandi, og hann setti steinhøggarar at høgga steinarnar, ið hús Guds skuldi byggjast av.
3 Framvegis savnaði Dávid mongd av jarni til naglar í porturhurðarnar og til krampar, og slíka mongd av kopari, at ikki stóð til at viga tað,
4 og so nógvar sedrisstokkar, at ikki stóð til at telja teir; tí Zidoningar og Týrusmenn førdu Dávidi stóra mongd av sedrisstokkum.
5 Tí Dávid hugsaði: „Sonur mín Sálomo er ungur og veikur, og húsið, ið byggjast skal HARRANUM, má gerast ovurhonds stórt, so tað kann vera Honum til prís og heiður í øllum londum; eg skal tí savna honum tilfar.“ So savnaði Dávid mongd av tilfari, áðrenn hann doyði.
6 Síðani sendi hann boð eftir syni sínum Sálomo og álegði honum at byggja HARRANUM Gudi Ísraels hús.
7 Dávid segði við son sín Sálomo: „Eg ætlaði at byggja navni HARRANS Guds míns hús.
8 Men orð HARRANS kom til mín; Hann segði: „Tú hevur úthelt nógv blóð og verið í miklum orrustum; tú skalt einki hús byggja navni Mínum, tí tú hevur úthelt nógv blóð á jørðina fyri ásjón Míni.
9 Men tú skalt fáa son; hann skal vera friðarmaður, og Eg skal lata hann fáa frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum; tí Sálomo skal hann eita, og frið og ró skal Eg lata Ísrael hava tíð hansara.
10 Hann skal byggja navni Mínum hús; hann skal vera Mær sonur, og Eg skal vera honum Faðir; og Eg skal allar ævir grundfesta hásæti hansara yvir Ísrael.“
11 So veri nú HARRIN við tær, sonur mín, so tú hevur eydnuna við tær at byggja hús HARRANS Guds tíns – soleiðis sum Hann hevur lovað um teg!
12 HARRIN gevi tær bert vísdóm og skil, táið Hann setur teg yvir Ísrael, so tú kanst halda lóg HARRANS Guds tíns!
13 Tá skal eydnan vera við tær, táið tú leggur tær eina við at gera eftir boðunum og lógunum, ið HARRIN gav Mósesi boð um at áleggja Ísrael; ver hugreystur og sterkur, óttast ikki og miss ikki mótið!
14 Her havi eg, hóast so mangt hevur nívt meg, savnað til hús HARRANS 100000 talentir av gulli og 1000000 talentir av silvuri, og harumframt so nógv kopar og jarn, at ikki stendur til at viga tað – so nógv er tað; við og steinar havi eg eisini savnað – og tú kanst sjálvur savna aftrat.
15 Arbeiðsmenn hevur tú við, og tað nógvar – steinhøggarar, múrarar, træsmiðir og alskyns kønar menn, ið duga at gera alt annað arbeiði.
16 Av gulli, silvuri, kopari og jarni er so nógv, at ikki stendur til at meta tað. Far tí undir arbeiðið, og HARRIN veri við tær!“
17 Síðani gav Dávid øllum høvdingum Ísraels boð um at hjálpa Sálomo, syni sínum; hann segði:
18 „HARRIN Gud tykkara er jú við tykkum og hevur givið tykkum frið á øllum síðum; tí Hann hevur givið í hendur mínar teir, sum í landinum búðu, og landið er lagt undir HARRAN og fólk Hansara.
19 Vendið tí nú hjørtum og sálum tykkara til at søkja HARRAN Gud tykkara, og farið undir at byggja halgidóm Guds HARRANS, so tit kunnu flyta sáttmálaørk HARRANS og heilagu íløt Guds inn í húsið, sum byggjast skal navni HARRANS!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul