Fyrra Krønikubók kap. 14

Uppsetan
iii. David’s Family Grows
14:1-7:1
1 Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid við sedrisviði, og hann sendi steinhøggarar og træsmiðir at byggja honum hús.
2 Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevði grundfest kongadømi hansara yvir Ísrael; tí ríki hansara var lyft høgt fyri fólks Hansara, Ísraels, skuld.
3 Og Dávid tók sær enn fleiri konur í Jerusalem, og hann fekk enn fleiri synir og døtur.
iv. Two Victories over the Philistines
14:8-17:1
8 Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann ímóti teimum.
10 Tá spurdi Dávid Gud: „Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?“ HARRIN svaraði: „Halt avstað! So skal Eg geva teir í hendur tínar.“
11 Teir fóru nú til Ba’al-Perazim, og har vann Dávid sigur á teimum. Tá segði Dávid: „Gud hevur við hond míni brotið ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vøtn bróta ígjøgnum!“ – Tí varð hetta stað rópt Ba’al-Perazim.*
12 Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid beyð, at teir skuldu verða brendir.
14 Táið Dávid tá aftur spurdi Gud, svaraði Gud honum: „Tú skalt ikki fara eftir teimum; vend tær frá teimum og gakk í bug, so tú kemur yvir teir beint yvir av bakatrøunum!
15 Táið tú hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú byrja bardagan – Gud er farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.“
16 Dávid gjørdi, sum Gud hevði sagt við hann; og teir vunnu sigur á Filistaraherinum og eltu teir úr Gibeon líka til Gezer.
17 Í øllum londum gekk orð av Dávidi; HARRIN læt ótta fyri honum falla á øll fólk.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul