Fyrra Krønikubók kap. 12

Uppsetan
ii. The Mighty Men Join David at Ziklag
12:1-22:1
1 Hesir vóru teir, ið komu til Ziklag til Dávid, meðan hann enn noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul, syni Kis – teir hoyrdu til kapparnar, ið hjálptu honum í bardaganum;
2 teir vóru vápnaðir við boga og vóru kringir at sleingja steinar og skjóta pílar við boga, bæði við høgru og vinstru hond; teir hoyrdu til ættarfrændur Sauls, Benjaminitar:
3 Ahiezer, høvuðsmaður teirra, og Jóas, synir Sema’a Gibeatit; Jezuel og Pelet, synir Azmavet; Beraka og Jehu Anatotitur;
4 Jismaja Gibeonitur, ein av hinum tríati køppunum og høvdingi hinna tríati; Jirmeja, Jahaziel, Jóhanan og Józabad Gederatitur;
8 Av Gaditum góvu nakrir seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini, djarvir kappar, krígsvandir hermenn, vápnaðir við skjøldi og spjóti; teir vóru sum leyvur at síggja og kvikir sum skógargeitir á fjøllunum.
14 Hesir hoyrdu til Gaditar og vóru høvuðsmenn í herinum; hin minsti teirra var maður móti hundrað, og hin størsti móti túsund.
15 Tað vóru teir, sum fóru um Jordan í fyrsta mánaði, táið hon fløddi yvir allar bakkar sínar, og róku burtur øll tey, sum í dølunum búðu, bæði eystureftir og vestureftir.
16 Nakrir Benjaminitar og nakrir Judamenn komu eisini til Dávid, líka til fjallaborgina.
17 Dávid fór út til teirra, tók til orða og segði við teir: „Koma tit við friði til mín, og ætla tit at hjálpa mær, so eri eg av hjarta til reiðar at hava felagsskap við tykkum; men koma tit at svíkja meg í hendur fígginda mína, hóast eingin órættur er í hondum mínum, so skal Gud fedra okkara síggja tað og straffa!“
18 Tá kom Andin yvir Amasai, høvdinga hinna tríati, og hann segði: „Tínir eru vit, Dávid, og í parti við tær, tú sonur Ísai! Friður veri við tær, og friður veri við hjálparmonnum tínum, tí tær hjálpir Gud tín!“ Dávid tók so við teimum og setti teir til høvuðsmenn yvir herflokki sínum.
19 Av Manasse góvu nakrir seg í part við Dávid, táið hann saman við Filistarum fór í bardaga móti Saul – hann varð teimum kortini onga hjálp til; tí táið filistarahøvdingarnir høvdu ráðlagt saman, koyrdu teir hann frá sær og søgdu: „Tað kostar okkum høvdið, gevur hann seg nú í part við Saul, harra sín!“
20 Táið hann so fór til Ziklag, góvu nakrir av Manasse seg í part við hann; tað vóru Adna, Józabad, Jediael, Mikael, Józabad, Elihu og Zilletai, høvdingar yvir ættum í Manasse.
21 Hesir hjálptu Dávidi móti ránsmannaflokkinum; tí teir vóru allir veldigir kappar, og teir gjørdust høvuðsmenn í herinum.
22 – Tí dagliga komu menn til Dávid at hjálpa honum, so tað at endanum varð stórur herur, sum gudsherur.
iii. David’s Army Grows at Hebron
12:23-40:1
23 Hetta er tal hinna hervápnaðu flokka, ið komu til Hebron til Dávid, at gera hann til kong í stað Sauls – eftir orði HARRANS:
28 somuleiðis Zadok, ungur, veldigur kappi við fedrahúsi sínum, 22 høvuðsmonnum;
29 Benjaminitar, ættarfrændur Sauls, 3000 – tí um ta tíðina hildu flestir teirra enn trúliga við húsi Sauls;
31 av hálvari ætt Manasse 18000, nevndir við navni, menn, ið vóru útvaldir at fara og gera Dávid til kong;
32 av Issakaritum menn, ið dugdu at skyna á tíðunum, so teir vistu, hvat Ísrael átti at gera, 200 høvdingar; allir ættarfrændur teirra gjørdu, sum teir søgdu;
33 Zebulonitar, 50000, hervandir menn, ið vóru vápnaðir til bardaga við alskyns vápnum, allir við einum huga til at hjálpa;
37 av teimum hinumegin Jordan, av Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse, menn, vápnaðir til bardaga við alskyns vápnum, 120000.
38 Av heilum huga og til reiðar til bardaga komu allir hesir hermenn til Hebron at gera Dávid til kong yvir øllum Ísrael; eisini allir hinir Ísraelsmenn vóru samsintir í at gera Dávid til kong.
39 Teir steðgaðu har hjá Dávidi tríggjar dagar, og ótu og drukku; tí brøður teirra høvdu gjørt teimum mat til.
40 Eisini teir, ið búðu teimum næstir, líka til Issakar, Zebulon og Naftali, komu við mati á eslum, kamelum, múldýrum og oksum, við mjøli, fikukøkum, rosinukøkum, víni, olju, neytum og smáfæi, og tað nógvum; tí gleði var í Ísrael.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul