Fyrra Krønikubók kap. 26

Uppsetan
4. The Division on the Gatekeepers
26:1-19:1
1 Viðvíkjandi duravaktaraflokkunum, so hoyrdi til Kora’itarnar Meselemja, sonur Kore, av sonum Asaf.
2 Synir Meselemja vóru: Zakarja – hin frumborni – Jediael, hin annar, Zebadja, hin triði, Jatniel, hin fjórði,
4 Synir Obed-Edom vóru: Semaja – hin frumborni – Józabad, hin annar, Jóa, hin triði, Sakar, hin fjórði, Netanel, hin fimti,
5 Ammiel, hin sætti, Issakar, hin sjeyndi, Pe’ulletai, hin áttandi – tí Gud hevði signað hann.
6 Sonur hansara Semaja fekk eisini synir, sum vórðu hinir ráðandi í fedrahúsi sínum; tí teir vóru dugnamenn.
7 Synir Semaja vóru: Otni, Refael, Obed, Elzabad og brøður hansara – dugnamenn – Elihu og Semakja.
8 Allir hesir hoyrdu til eftirkomarar Obed-Edoms, bæði teir og synir og brøður teirra, dugnaligir og raskir menn til tænastuna – tilsamans 62 eftirkomarar Obed-Edoms.
10 Synir Hosa, sum hoyrdi til Meraritarnar, vóru: Simri – sum var høvd, tí víst var hann ikki hin frumborni, men faðir hansara setti hann til høvd –
11 Hilkia, hin annar, Tebalja, hin triði, Zakarja, hin fjórði; synir og brøður Hosa vóru tilsamans 13.
12 Hesir duravaktaraflokkarnir – tað vil siga ættarhøvdingarnir – áttu tað arbeiði at gera vaktaratænastu í húsi HARRANS saman við brøðrum sínum.
13 Teir kastaðu lut um hvørt portur fyri seg, hin minsti sum hin størsti, eftir fedrahúsum sínum.
14 Fyri portrið móti eystri fall luturin á Selemja; eisini fyri son hansara Zakarja, ein klókan ráðgevara, kastaðu teir lut, og lutur hansara fall á portrið móti norðri.
15 Fyri Obed-Edom fall luturin móti suðri, og fyri synir hansara fall tað á goymsluna.
16 Fyri Suppim og Hosa fall luturin móti vestri, við Salleketportur, við vegin, ið gongur niðaneftir, hvør vaktarstøðin við aðra.
17 Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðri hvønn dag fýra, móti suðri hvønn dag fýra, og við goymsluhúsið tveir og tveir.
5. The Treasurers, Officers, and Judges
26:20-32:1
20 Av Levitunum skuldi Ahia ansa eftir skattunum í húsi Guds og eftir tí, sum var HARRANUM halgað.
21 Synir Ladan – eftirkomarar Gersonitanna av Ladan, ættarhøvdingarnir í slektum Ladans Gersonits – vóru Jehielitar.
22 Synir Jehielitar, Zetam og bróðir hansara Jóel, skuldu ansa eftir skattunum í húsi HARRANS.
25 Frændur hansara frá Eliezer vóru: Rehabja, sonur Eliezer, sonur hansara Jesaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Selomot.
26 Hesin Selomot og brøður hansara skuldu ansa eftir øllum tí, sum var HARRANUM halgað, tí, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, høvuðsmenninir yvir 1000 og yvir 100 og herhøvdingarnir høvdu halgað
27 – aftan á bardagarnar høvdu teir halgað tað av herfonginum, til at seta hús HARRANS í stand.
28 Og alt tað, ið Sámuel síggjari, Saul, sonur Kis, Abner, sonur Ner, og Jóab, sonur Zeruju, høvdu halgað – alt tað, ið onkur hevði halgað – tað høvdu Selomit og brøður hansara at ansa eftir.
29 Av Jizharitum vóru Kenanja og synir hansara settir at røkja tað av verðsligum, ið var at gera í Ísrael, sum umsjónarmenn og dómarar.
30 Av Hebronitum vóru Hasabja og brøður hansara, dugnamenn, 1700 í tali, settir yvir Ísrael í landinum vestan fyri Jordan, í øllum, sum viðvíkti arbeiði HARRANS og tænastuni hjá konginum.
31 Til Hebronitar hoyrdi Jerija, høvdingi Hebronita eftir slektum og fedrahúsum teirra; fjørutiunda árið ið Dávid sat við stýrið, vórðu teir kannaðir, og millum teirra funnust hinir raskastu menn í Jazer í Gilead.
32 Frændur hansara, dugnamenn, vóru 2700, allir ættarhøvdingar; teir setti Dávid kongur yvir Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, at greiða alt tað, ið hevði við Gud og kongin at gera.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul