Fyrra Krønikubók kap. 24

Uppsetan
2. The Divisions of the Priests
24:1-31:1
2 Nadab og Abihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, so at bert Eleazar og Itamar vórðu prestar.
3 Saman við Zadok av sonum Eleazar og Ahimelek av sonum Itamar skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra.
4 Við tað at tað nú royndist, at fleiri høvdingar vóru av sonum Eleazar enn av sonum Itamar, so skiftu teir teir soleiðis sundur, at av sonum Eleazar vórðu sekstan ættarhøvdingar, og av sonum Itamar átta.
5 Teir skiftu teir sundur við at kasta lut, báðar slektirnar; tí halgidómshøvdingar og gudshøvdingar vóru bæði av sonum Eleazar og av sonum Itamar.
6 Semaja, sonur Netanel, skrivarin, ein av Levitunum, skrivaði teir upp, so kongurin, høvdingarnir, Zadok prestur, Ahimelek, sonur Ebjatar, og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu; teir tóku út aðruhvørja ferð eitt fedrahús fyri Eleazar og eitt fyri Itamar.
19 Hetta vóru embætisflokkar teirra í tænastu teirra, táið teir fóru inn í hús HARRANS, soleiðis sum Áron, faðir teirra, hevði fyriskrivað teimum – eftir boðnum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið honum.
20 Viðvíkjandi hinum Levitunum, so hoyrdi til synir Amram Subael, til synir Subael Jedeja.
23 Benajitar vóru: Jeria, Amarja, hin annar, Jahaziel, hin triði, og Jekamam, hin fjórði.
30 Synir Musi vóru Mali, Eder og Jerimot. – Hetta vóru levitasynirnir eftir fedrahúsum teirra.
31 Eisini teir kastaðu lut – eins og brøður teirra, synir Áron – so Dávid kongur, Zadok, Ahimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu – ættarhøvdingarnir líka væl sum hinir yngstu brøður teirra.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul