Fyrra Krønikubók kap. 16

Uppsetan
3. A Tent for the Ark
16:1-6:1
1 Teir komu so inn við ørk Guds og settu hana mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni, og teir bóru fram brennioffur og takkoffur fyri ásjón Guds.
2 Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS.
3 Og hann býtti út til hvønn og ein í Ísrael, bæði mann og kvinnu, breyð, kjøtstykki og rosinukøku.
4 Nakrar av Levitunum setti hann til at gera tænastu framman fyri ørk HARRANS og til at prísa, takka og lova HARRANUM Gudi Ísraels.
5 Asaf var leiðari; honum næstur kom Zakarja, síðani Je’iel, Semiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Obed-Edom og Je’iel, við hørpum og sitarum; Asaf skuldi sláa skáltrummurnar,
6 og prestarnir Benaja og Jahaziel skuldu støðugt blása í lúðrarnar framman fyri sáttmálaørk Guds.
4. David’s Psalm of Thanksgiving
16:7-36:1
7 Henda dag setti Dávid fyrstu ferð Asaf og brøður hansara til at syngja prís HARRANS:
8 „Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara!
10 Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! – Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN!
15 Minnist í allar ævir sáttmála Hansara, orðið, ið Hann hevur givið túsund ættarliðum,
21 læt Hann ongan sleppa at gera teimum mein, Hann straffaði kongar fyri teirra skuld:
24 Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!
26 Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin.
27 Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og gleði eru, har sum Hann er.
29 gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið fyri ásjón Hansara, tilbiðið HARRAN í heilagum prýði!
30 Nøtra fyri ásjón Hansara, øll jørðin! Jarðarríki stendur fast, tað vikast ikki.
31 Himmalin gleðist, jørðin rópi av frøi, sagt verði millum fólkini: „HARRIN er vorðin kongur!“
32 Havið brúsi, og alt tað, sum í tí er, markin frøi seg, og alt tað, ið henni er á!
33 Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum – fyri ásjón HARRANS, tí Hann kemur at døma jørðina.
35 Og sigið: „Frels okkum, Frelsugud okkara, sanka okkum saman, fría okkum frá heidningunum, so vit fáa lovað heilaga navni Tínum, róst okkum av at kunna prísa Tær!“
36 Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels í aldur og allar ævir!“ – Og alt fólkið segði amen og lovaði HARRANUM.
5. Worship Before the Ark
16:37-43:1
37 So læt hann Asaf og brøður hansara verða har framman fyri sáttmálaørk HARRANS til altíð at gera tænastu framman fyri ørkina, hvønn dag tað, ið átti at verða gjørt tann dagin.
38 Obed-Edom og brøður teirra vóru 68; Obed-Edom, son Jeditun, og Hosa gjørdi hann til duravaktarar.
39 Zadok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann verða framman fyri tabernakul HARRANS á heygnum í Gibeon
40 til dagliga, bæði morgun og kvøld, at ofra HARRANUM brennioffur á brennioffuraltarinum og gera alt tað, sum skrivað stóð í lógini, ið HARRIN hevði givið Ísrael
41 – og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið útvaldir vóru – sum nevndir vóru við navni – til at lova HARRANUM, tí náði Hansara varir í allar ævir.
42 Og teir – Heman og Jedutun – høvdu undir hond lúðrar og skáltrummur til teirra at nýta, sum leikaðu, og somuleiðis onnur ljóðføri til songin við gudstænastuna. Og synir Jedutun vóru duravaktarar.
43 Síðani fór alt fólkið, hvør heim til sín, og Dávid fór heim at signa hús sítt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul