Fyrra Krønikubók kap. 20

Uppsetan
1 Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, fór Jóab út við herliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom til Rabba og kringsetti tað. Men Dávid varð verandi í Jerusalem. Jóab tók Rabba og legði býin í oyði.
2 Dávid tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli, og tað royndist, at hon vigaði talent; dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur miklan herfong, sum hann hevði tikið í býnum.
3 Fólkið, ið búði har, flutti hann burt og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og øksirnar. Soleiðis gjørdi Dávid við allar býir Ammonita. Síðani fóru Dávid og allur herurin aftur til Jerusalem.
iii. Battles Against the Philistines
20:4-8:1
4 Seinni var aftur – við Gezer – bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Sippai, ið var av rafaættini. Teir vórðu tá kúgaðir.
5 Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja’ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gatit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi.
6 Enn einaferð var bardagi – við Gat. Har var risavaksin maður, sum hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti – tilsamans 24; eisini hann var av rafaættini.
7 Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul