Fyrra Krønikubók kap. 15
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
Transporting the Ark to Jerusalem
15:1-16:43
1.
Procedure for Moving the Ark
15:1-28:1
1
Síðani bygdi hann sær hús í Dávidsstaði, gjørdi ørk Guds eitt stað til og reisti henni eitt tjald.
2
Tá segði Dávid: „Eingin má bera ørk Guds uttan Levitarnir; tí teir hevur HARRIN útvalt til at bera ørk Guds og til at tæna Sær til ævigar tíðir.“
3
So fekk Dávid alt Ísrael saman í Jerusalem til at flyta ørk HARRANS, hagar sum hann hevði gjørt henni stað til.
4
Og Dávid stevndi saman sonum Áron og Levitunum:
5
Av Kahatitum Uriel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 120;
6
av Meraritum Asaja – sum var høvd – og brøðrum hansara, 220;
7
av Gersomitum Jóel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 130;
8
av sonum Elizafan Semaja – sum var høvd – og brøðrum hansara, 200;
9
av sonum Hebron Eliel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 80;
10
av sonum Uzziel Amminadab – sum var høvd – og brøðrum hansara, 112.
11
So sendi Dávid boð eftir prestunum Zadok og Ebjatar og Levitunum Uriel, Asaja, Jóel, Semaja, Eliel og Amminadab
12
og segði við teir: „Tit ættarhøvdingar Levitanna, halgið tykkum, bæði tit og brøður tykkara, og flytið ørk HARRANS Guds Ísraels, hagar sum eg havi gjørt henni stað til!
13
Tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, gjørdi HARRIN Gud okkara brot millum okkara – aftur fyri at vit søktu Hann ikki soleiðis, sum til hoyrdi.“
14
Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til at flyta ørk HARRANS Guds Ísraels.
15
Og synir Levita bóru við beristongum ørk Guds á herðunum – soleiðis sum Móses eftir orði HARRANS hevði givið boð um.
16
Framvegis segði Dávid við høvdingar Levitanna, at teir skuldu lata brøður sínar sangararnar stíga fram við ljóðførum, hørpum, sitarum og skáltrummum, sum teir skuldu lata ljóða, meðan teir sungu fagnaðarsongin.
17
Levitarnir lótu tá Heman stíga fram, son Jóel, av brøðrum hansara Asaf, son Berekja, av Meraritum, brøðrum sínum, Etan, son Kusaja,
18
og saman við teimum brøður teirra av øðrum flokki, Zakarja, Ben, Ja’aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Ma’aseja, Mattitja, Eliflehu og Mikneja – og Obed-Edom og Je’iel, duravaktararnar.
19
Sangararnir Heman, Asaf og Etan skuldu sláa skáltrummur av kopari;
20
Zakarja, Aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Ma’aseja og Benaja skuldu leika á hørpum eftir alamot,
21
og Mattitja, Eliflehu, Mikneja, Obed-Edom, Je’iel og Azazja á sitarum eftir sjeminit til at leiða songin.
22
Kenanja, sum var formaður Levitanna, táið teir bóru, skuldi læra teir at bera; tí hesum var hann kønur í.
23
Berekja og Elkana vóru duravaktarar arkarinnar.
24
Prestarnir Sebanja, Jósafat, Netanel, Amasai, Zakarja, Benaja og Eliezer blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, og Obed-Edom og Jehia vóru duravaktarar arkarinnar.
25
So fóru Dávid og hinir elstu í Ísrael og høvuðsmenninir yvir 1000 avstað við fagnaðarrópum at flyta sáttmálaørk HARRANS úr húsi Obed-Edoms.
26
Og táið Gud nú hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, ofraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar.
27
Dávid var í kappa av fínum líni, somuleiðis allir Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kenanja, sum var formaður sangaranna, táið teir bóru; harumframt var Dávid í lívkyrtli av líni.
28
Alt Ísrael flutti sáttmálaørk HARRANS við fagnaðarrópum og hornblástri, við lúðrum, skáltrummum og hørpu- og sitaraleiki.
2.
Michal’s Contempt for David
15:29
29
Men táið sáttmálaørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa, vanvirdi hon hann í hjartanum.