Fyrsta Mósebók kap. 6

Uppsetan
c. The Universal Flood
6:1-9:29
i. Corruption on the Earth
6:1-7:1
2 sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.
3 Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
4 Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.
5 Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.
6 Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.
7 Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“
ii. The Call of Noah
6:8-7:9
9 Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.
12 Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.
13 Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.
14 Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.
15 Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.
16 Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.
17 Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.
18 Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.
19 Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.
20 Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.
21 Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul